Nevndir og
ráð rúka
Danska stjórnin hevur nú gjørt álvara av ætlan síni at strika ein hóp av almennum nevndum og ráðum fyri at spara pengar á fígjarlógini.
Stjórnarflokkarnir lovaðu longu undir valstríðnum at strika nógvar nevndir og ráð, sum eftir teirra tykki eru óneyðug og bara kosta pengar. Seinastu tíðina hevur stjórnin hugt at umleið 150 nevndum og ráðum, og í gjár ruku umleið 100 teirra.
Fyrrverandi stjórnarflokkarnir, Sosialdemokratarnir og Teir Radikalu, finnast hvassliga at avgerðini hjá stjórnini og siga, at stjórnin við hesum hevur brotið ein part av fólkastýrinum niður.
Vil bara
hava
kvinnur
Svenski ráðharrin í innflytaramálum hevur vakt ans. Vanliga verður hetta ráðharrastarvið roknað sum eitt einsligt starv, men tað hevur Jan O. Karlsson gjørt nakað við.
Síðani hann tók við starvinum, hevur hann sett fleiri nýggj fólk í arbeiði á ráðharrastovuni, men tað sermerkta er, at allir teir nýggju medarbeiðararnir eru kvinnur. M. a. eru tað kvinnur, sum manna fimm tey ovastu størvini í innflytaramálaráðnum, og tað er als ikki vanligt í svensku stjórnini.
Sjálvur sigur Jan O. Karlsson, at tað er tann bera tilvild, at allir leiðarar hansara eru kvinnur, men hann viðgongur, at tað er munandi lættari at arbeiða á ráðharrastovuni nú.
Stjala
pass
Sambært norsku løgregluni verða umleið 15.000 norsk pass stolin á hvørjum ári. Hildið verður, at tað eru brotsmenn at ymsum slagi, sum stjala passini. Noreg er við í Schengen-samstarvinum, og passið ger tað lættari hjá brotsmonnunum at ferðast millum Schengen-londini.
Norska løgreglan heldur ikki, at tað eru norðmenn, sum stjala pass frá sínum landsmonnum, men heldur útlendingar.
Ein kanning hjá belgisku myndugleikunum avdúkaði herfyri, at áhugin fyri stolnum passum er sera stórur, og at brotsmenn fegnir rinda einar 200.000 krónur fyri at fáa fatur á einum passi, sum teir síðani kunnu falsa.