Róðrarøki í bygdini skal broytast

Leygardagin verður stevna í Sandavági við kappróðri, fótbólti og dansi

Hóast summarið er farið afturum bak, so hava ikki allar stevnurnar verið enn, minni enn so.

Men nú munnu tær í eftir eru, um nøkur, fara at fækkast av álvara.

Fyri stuttum høvdu nólsoyingar sína árligu Ovastevnu, og nú um vikuskiftið er túrurin so komin til sandavágsmenn at hava sína bygdastevnu, sum tó ikki varar alt vikuskiftið. Tað verður nevniliga bert tann eini dagurin - leygardagurin.

Men hví verður so ein stevna?

Jú, í mong ár, hava kappróðrarfólk gramt seg um róðrarøki, sum róð hevur verið tá Vestanstevnan hevur verið í Sandavági.

Ofta er klagað um at róðurin er órógvaður av havaldu, tí róðurin byrjar so langt úti.

Hesum trupulleika vilja teir sleppa burturúr, og tað gerst við at stytta málið til 1000 metrar.

Og tað er júst hetta sum skal roynast leygardagin kl. 14.00.

Tá verður skipað fyri motiónsróðri fyri bæði menn og kvinnur og í Sandavági vóna tey at nógvir gamlir røðarar úr øllum landinum koma til Sandavágs at hugna sær ein róður.


Eisini fótbóltur

og dansur

Men tað verður nú ikki bara kappróður alt samalt.

FS Vágar skal spæla dyst móti LÍF um vikuskiftið og í sambandi við »stevnuna« er dysturin fluttur til Sandavágs.

Í hálvleikstteðginum fer Sørvágs Tónleikarafelag at spæla umframt at skipað verður fyri ymiskum skemti.

Seinni verður brotssparkskapping og rulluskoytukapping har øll kunnu luttaka.

Kvøldið endar við almennum dansi, har Twilight spæla