Rørsluárið breiðir seg út um landið við nógvum fjølbroyttum átøkum

Tað er gleðiligt at síggja, hvussu alt fleiri átøk í samband við Rørsluárið 2009 taka seg upp allastaðni út um landið. Tað er júst aðaltankin í rørsluárinum, at har sum fólk búgva og arbeiða, ganga í skúla ella eru á stovni, ella koma saman í síni frítíð, har taka tey seg saman um at skipa fyri felags tiltøkum.

Tað snýr seg um at fólk fáa hug til lyfta seg upp úr stólinum og fara at røra seg eitt sindur meira, hvønn dag ella so regluliga sum tað ber til. Tí tað er hugaligt, stimbrandi og heilsufremjandi. Nógv gera tað av sínum eintingum. Men oftani er man tungur á sær, trekur, so at okkurt skal til, fyri at koyra undir. T.d. at man fær hug til at koma við til eitt tiltak, sum verður fyriskipað har í námindini. Og stuttligast er jú, tá man er fleiri!

Tí er tað gleðiligt at rørsluátøkini vinda uppá seg og á nógvan ymiskan og fjølbroyttan hátt eggja fólki til at vera við til at røra seg meira. Tiltøkini eru nógv, og hvussu tey breiða seg allastaðni út um landið - eisini út til smáplássini – vísir yvirlitið niðanfyri, eisini sum fyridømi til onnur at taka eftir:

Apríl -Klaksvík: Norðoya Gongufelag skipar fyri rørslugóðum túri eystur í Skúvadal.

• 28. Apríl -Klaksvík: Rørsluráðstevna, sum Fólkaheilsuráðið, ÍSF og landsstýrismaðurin í heilsumálum skipa fyri. Hetta og líknandi tiltøk í Sandoy, Suðuroy, Eysturoy og Vágoy verða lýst nærri ein av fyrstu døgunum.

• 30. Apríl -Sandoy: Rørsluráðstevna, sum Fólkaheilsuráðið, ÍSF og landsstýrismaðurin í heilsumálum skipa fyri.

• 2. Mai -Húsar: Sparkivallarkapping fyri børn, sum Fótbóltssambandið FSF-SISU skipa fyri.

• 2. Mai -Tórshavn: Fleyr skipar fyri firmaflogbólti í Gundadalshøllini.

• 4. Mai -Suðuroy: Rørsluráðstevna, sum Fólkaheilsuráðið, ÍSF og landsstýrismaðurin í heilsumálum skipa fyri.

• 5. Mai -Eysturoy: Rørsluráðstevna, sum Fólkaheilsuráðið, landsstýrismaðurin og ÍSF skipa fyri.

• 6. Mai -Vágoy: Rørsluráðstevna, sum Fólkaheilsuráðið, ÍSF og landsstýrismaðurin í heilsumálum skipa fyri.

• 9. Mai -Fuglafjørður: Heilsurenning, sum Roysnið skipar fyri.

• 9. Mai -Tórshavn: Hvirlan skipar fyri sonevndum virkisleikum, ið er nýggjur háttur at fáa starvsfólk á virkjum at røra seg í kappingum í frælsum ítrótti.

• 15. Mai -Leirvík: Ítróttardagur fyri sinnisveik, sum Stuðulstænastan og Sinnisbati skipa fyri.

• 16. Mai -Fámjin: Sparkivallarkapping fyri børn, sum Fótbóltssambandið FSF-SISU skipa fyri.

• 22. Mai -Vatnsoyrar: Sparkivallarkapping fyri børn, sum FSF-SISU skipa fyri.

• 23. Mai -Toftir: Sparkivallarkapping fyri brekað, sum ÍSB og FSF-SISU skipa fyri.

• 23. Mai -Runavík: Heilsukafé á Eysturoyar ellis- og røktarheimi og aftaná gongutúrur runt Agnið. Runavíkar kommuna skipar fyri.

• 25. Mai -Alt landið: Alla hesa vikuna verður “Útivikan” – rørsluátakið hjá Fólkaheilsuráðnum um at fáa føroyingar at ganga (ella súkkla) heldur enn at koyra við bilinum, so vítt tað ber til.

• 30. Mai -Haldórsvík: Sparkivallarkapping fyri børn, sum FSF-SISU skipa fyri.

 

Eisini arbeiðsplássini í fyritøkum og stovnum eru virkin

Sum sæst omanfyri eru møguleikarnir nógvir. Og átøkini verða fleiri longri út á summarið, men tað venda vit aftur til seinni. Nú veit eg, at tað eisini verður skipað fyri nógvum tiltøkum í smb. við rørsluárið á arbeiðsplássum, bæði í privatu vinnuni og á almennum stovnum. Tað hevði verið hugaligt at hoyrt meira um tað, so at leiðarar og starvsfólk á arbeiðsplássum, har man enn ikki er komin ígongd, kunnu fáa góð hugskot til rørslufremjandi og á annan hátt heilsugóðan starvsfólkapolitikk.

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður