Í dag hevur lutakast verið til nýggju landsliðskappingina, Nations League, har 16 tey lægst styrkismettu spæla um eitt pláss til EM-endaspælið í 2020. Føroyar komu í bólk saman við Aserbadjan, Malta og Kosovo.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini
Vit hava nokk øll okkara tankar um hvørji lond vit vilja hava og ikki. Hetta lutakastið bleiv nokk eitt millumting. Tað verður langt at ferðast til Aserbadjan, og í lægsta styrkisbólkinum høvdu vit vónað, at fingið okkurt annað enn Kosovo, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.
Liðskiparin á landsliðnum, Atli Gregersen, heldur eisini at talan er um eitt miðal lutakast fyri Føroyar, tí eitt nú Kosovo hevur hóast sín unga aldur í altjóða fótbólti, nógvar góðar fótbóltsspælarar.
- Eitt super lutakast. Tað kundi verið betri og tað kundi verið verri. Eg haldi absolut, at um vit fáa fimm túsund føroyingar á Tórsvøll at stuðla okkum og fáa eina góða byrjan, so sær hetta spennandi út, sigur Atli Gregersen.
Føroyar skulu spæla seks dystir og allir verða í seinnu hálvu av hesum árinum. Tveir í septembur, tveir í oktobur, tveir í novembur. Her fyriliggur, at Føroyar væntandi ikki spæla heimadystir í novembur orsaka av veðrinum.