Úr San Francisco á Regatta í Sundalagnum

(Bátaradio) Hoyr samrøðuna Vilmund D. Jacobsen gjørdi við Tórhallu Dabalos úr Haldórsvík, sum býr í Kalifornia

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Vilmund D. Jacobsen gjørdi beinleiðis í sendingini "Bátaradio" á Rás2 frá Regatta 2017.

 

Samrøðan var við Tórhallu Dabalos, sum er ættað úr Haldórsvík. Tórhalla Dabalos býr uttanfyri San Francisco í tí amerikanska deilríkinum, Kalifornia.

 

Tórhalla Dabalos sigur, at hon heldur, at Føroyar gerast vakrari og vakrari fyri hvørja ferð hon vitjar aftur á klettarnar.

 

Tórhallu líkar væl grind og spik, men hon ansar væl eftir ikki at umrøða tað yvirfyri amerikumonnum- og kvinnum, sum einki innlit og forstáilsi hava fyri tí.