Ræðslan er 15 krónur fyri liturin av bensini

Ófriður í oljuframleiðandi londum hevur við sær, at prísurin á olju hækkar.

Breiðir ófriðurin seg til Saudi Arabia, so kann tað fáa álvarsamar avleiðingar fyri oljuprísin. Saudi Arabia stendur fyri 10 prosentum av oljuframleiðsluni í heiminum.

- Avleiðingin av ófriði í Saudi Arabia kann verða, at oljuprísurin hækkar til 150 dollarar fyri fatið. So kunnu vit fáa bensinprísir á 14-15 krónur fyri liturin, sigur Christian Tuxen, greinari hjá Danske Bank, við Ritzau.

Metprísurin fyri fatið av olju er frá 2008, tá ið fatið kostaði umleið 145 dollarar í styttri tíð.