Rótloysi, selfies, Pokemon og ólavsøka

Ólavsøkan, meti eg, hevur ein týdningarmiklan leiklut í samfelagnum, tí er hon er eitt av teimum fáu tiltøkunum, sum framvegis kann savna føroyingin. Tað sigur Finnur Koba, tíðindamaður og tónleikari.

- Í eini rótleysari tíð, sum er merkt av selfies og Pokemon, stendur ólavsøkan sum ein afturvendandi mentanarlig súla, ið lýsir okkum sum tjóð og minnir okkum á, hvaðani vit stava, sigur Finnur.

 

Finnur greiður frá, at ólavsøkan hevur fingið eina endurreisn fyri hann.

- Frá at vera ein góð umbering til at liggja í drukk í nakrar dagar hevur hon seinastu árini verið mær ein gott høvi at heilsa upp á fólk, og annars at súgva til mín njótilsi av góðum huglagi og blómum frá vøkrum urtagørðum sigur Finnur.

 

Hann metur at tað besta við ólavsøkuni er, at hon varir so leingi, og fevnir so víða, at hvør einstakur kann leggja tað í hana, sum henni ella honum lystir.

 

Spurdur um, hvat ið hann metur verða minni gótt við ólavsøkuni sigur hann, at stóri denturin á felagssangin, ið jú er endin, hevur lyndið til at køva fokusið á at bara vera til, og njóta allar hinar tímarnar, ið eru frammanundan.

 

Ólavsøkan hjá Finnur fer í ár snúgva seg um at njóta løturnar, bæði tá ið hann hevur frí, og tá ið hann ólavsøkudag verður at hoyra í Kringvarpinum.

- Eg fari at njóta, at eg havi frí tað fyrra kvøldið og bara vera til staðar í mínum føroyska búna saman við vinfólki. Tað er vorðið siðvenja seinnu árini, at eg arbeiði í útvarpinum seinna kvøldið. Tá fari eg at njóta ólavsøkuna saman við trimum kvinnuligum starvsfelagum, sum eg skal senda beinleiðis útvarp saman við frá 18 til felagssangin á midnátt, sigur Finnur.