Einaferð kemur tað undan
alt tað, sum verður droymt,
tolið og livandi stundar
hvørt fræ í moldum goymt
Við hesum orðum frá einum av okkara mongu skøldum, byrjaði landsstýrismaðurin við mentamálum, Høgni Hoydal, røðu sína í samkomuhøllini á Landsjúkrahúsinum fríggjakvøldið. Heitið á landsstevnuni hesaferð var: "At menna menningartarnað".
Men á hesum sinni var øðrvísi og hugaligari enn mangan at umrøða ásetta evnið, tí týsdagin í farnu viku samtykti løgtingið eitt uppskot um skúlatilboð til ung við breki. Hetta merkti eisini røðuna hjá landsstýrismanninum.
- Ítøkiliga royndarskipanin til ung við breki, sum varð samtykt í tinginum, er júst í tráð við hesa hugsan - at skapa møguleikan at mennast í gerandisdegnum, við arbeiði, skúla og við at taka aktivan lut í einum lokalsamfelag. Og ikki minst við at gera nakað í felag. Avvarðandi, lokalsamfeløg og onnur hava jú eisini verið drívmegin í at fáa hetta royndartilboð í verk, segði Høgni Hoydal millum annað.
Javni fremsti røktari
- Vit mugu fjølbroyta samfelagið, segði landsstýrismaðurin.
Víðari segði hann:
Hvørt fræ í moldum goymt. Tolið stundar og livir. Einaferð kemur tað undan - og so veldst um so nógv, hvussu møguleikar-nir eru at spretta og blóma og vaksa. Millum tey ymisku fræini og ymsa vøksturin í tí fjølbroytta urtagarði, sum okkara samfelag eigur at verða.
Javni hevur verið fremsti røktari - fremsta urtagarðs-fólk - í strembanini eftir at fjølbroyta samfelagið. Í arbeiðinum fyri at geva øllum teimum ymsu fræunum møguleika at spretta, næla og vaksa millum hini, ið hava lættari við at daga undan. At geva øllum vakstrarmøguleikan til at menna okkara lív við teimum evnum, sum eru okkum givin.
Arbeiði og útbúgving
Landsstýrismaðurin vísti á, at árið í ár er ár teirra brekaðu og segði:
Tað gevur okkum gylt høvi at seta ljóskastaran á tey mongu praktisku viðurskifti, ið ikki eru nøktandi. Og tað gevur okkum ikki minst gylt høvi til, at alt samfelagið kann viðgera eina leið og eina stevnu fyri tey næstu árini.
Javni hevur sett yvirskriftina at menna menningartarnað á skránna. Arbeiði og útbúgving til menningartarnað eru serliga sett sum høvuðsmál.
Tað haldi eg vera sera góð og greið mál, sum eiga at fáa undirtøku og stuðul. Bæði í politisku skipanini, men eisini hjá fakfeløgum, arbeiðsgevarafeløgum, í lokalsamfeløgum og í øllum samfelagnum annars. Tí tað er neyðugt, um vit skulu kunnu velta upp úr nýggjum komandi árini. At hetta verður eitt samfelagsmál hjá okkum øllum, sum ikki verður loyst bert við, at einstakir partar í samfelagnum trýsta á.
At menna menningartarnað er eitt mál, sum vit eisini seta okkum í Mentamálaráðnum og í politisku skipanini annars.
Týdningarmikið stig
Um royndarskipanina og sernámsøkið, segði landsstýrismaðurin soleiðis:
Hetta er ein royndarskipan og sostatt ikki ein stór forkromað loysn, har vit skulu gykla nøkrum fyri, at nú eru vit komin so øgiliga langt. Men hetta er eitt týdningarmikið stig á leiðini til málið um arbeiði og útbúgving til menningartarnað.
Endurskoðanin av øllum sernámsøkinum er eisini sett í gongd, og vit vilja leggja alla orku í at fáa framt veruligar betringar og broytingar. Harundir ikki minst at fáa skipað betri samstarv og fáa meira burturúr millum almannaøkið og mentanar- og undirvísingarøkið.
Mál um eftirskúla til menningartarnað hevur eisini verið reist, og tað er jú eitt mál, sum vit mugu loysa í felag. Tað liggur í øllum tankanum um eftirskúla, at áhugabólkar, feløg ella kommunur eru stigtakarar. Og landspolitiski myndugleikin hevur so lóggávuna til at stuðla.
Men í málinum um at menna menningartarnað, er tað mín greiða fatan, at tað snýr seg um at menna samfelagið. Tað snýr seg um at menna okkum øll.
Tað snýr seg um, at vit mugu burtur frá at hugsa um tykkum menningartarnaðu ella tykkum, ið bera brek, sum ein stórur bólkur, har tit øll eru eins og kunnu koyrast í ein pott. Tit hava øll tykkara eginleikar og dygdir og evnir og tørv.
Vónandi vendist í holuni
Eg haldi, vit í ov stóran mun higartil hava roynt at koyrt tykkum í kassar. Fyrst skuldu øll á spesialskúla, og í eitt system - og so skiftu vit og søgdu, at øll skuldu út í fólkaskúlan ella tað systemið. Úr einum kassa í annan.
Og vit kenna tað eisini frá hesum heitunum, sum vit ella tit sjálvi hava valt at seta á ein so fjølbroyttan bólk. Einaferð var tað andveik. So var tað evnaveik. So var tað tann stóri bólkurin, brekaði. Og so var tað menningartarnað. Og tit sleppa enn ikki at hava nakað bólkaheiti í frið. Knappliga verður tað brúkt sum ókvæmisorð um øll, ið ikki akkurát passa inn í tað, sum vit kalla "normalt".
"Øjøssus, tú ert evnaveik ella brekað", hoyra vit tey ungu siga um hvønn annan. Men vónandi verður tað ikki leingi, til tað vendist í holuni. Tá tað meira verður eitt ókvæmisorð at siga: "Øjøssus, tú ert vanlig ella normal!"
Tað tykir mær, at vit framvegis í ov stóran mun síggja samfelagið sum hesa sløttu grasplenuna, har vit antin royna at koyra tær óvanligu blómurnar í ein blomsturkassa fyri seg - ella vit royna at fáa øll at líkjast tí vanliga grasstránum.
Fjølbroyta samfelagið
Flaggdagur var fríggjadagin, og landsstýrismaðurin nýtti høvi at siga, at hann sá fyri sær eitt samfelag í øllum ælabogans litum, har Merkið veitrar fyri tí fjølbroytta samfelagnum, har øll hava rættindi og vakstrarmøguleikar.
- Vit skulu hava fjølbroytt tilboð - ikki ein ella tveir kassar. Vit skulu fjølbroyta samfelagið - ikki einstreingja tað. Vit skulu geva teimum ymsu vøkstrunum rætt at vaksa millum onnur í einum fjølbroyttum urtagarði. Tað er málið, vit arbeiða eftir í løtuni, segði Høgni Hoydal at enda í røðu sínari.