SKELJADJÓR
Fruktkend og turr hvítvín hóska væl til skeljadjór. Til hummara kann drekkast sjampanja ella hálvturt vín til. Til rækjur o.t. hóska frísk og fruktkend vín. Um skeljadjórini eru í sós við fyllu, eitt nú róma, hóskar eitt hvítvín við góðari fyllu, møguliga eikilagrað.
FISKUR
Tað er mest vanligt at drekka hvítvín til fisk, men eisini lætt reyðvín kann nýtast. Til feitan fisk t.d. laks, sild, makrel og kalva, hóskar best eitt turt og angandi/aromatiskt hvítvín. Til steiktan fisk hóskar best eitt lætt reyðvín, sum er kølt eitt sindur. Til soltnan fisk. t.d, skrubbu, steinbít, tosk o.t. hóskar lætt hvítvín ella turt hvítvín við miðalfyllu. Til royktan fisk hóskar øl.
LAMBSKJØT
Til lambskjøt er mest vanligt at drekka reyðvín, men tað er eisini møguligt at velja eitt hvítvín, ið er smakkmikið, kraftmikið og allarhelst eikilagrað. Til lambskjøt hóska flestu reyðvín, tú skal bara verða varin við ov nógvum smakki og garvsevju. Til steikt lambskjøt hóskar best vín við miðal- til nógvari fyllu. Til ræst kjøt hóskar at drekka øl og snaps afturvið, men eitt kraftmikið og vælkryddað vín kann eisini nýtast.
KÁLVAKJØT
Kálvakjøt er ljóst og moyrt við løttum smakki, og vínið skal veljast eftir, hvat tilhoyr er afturvið. Til smakkmikið tilhoyr, hóskar smakkmikið vín afturvið. Er kjøtið steikt, er best við reyðvíni. Til malið kálvakjøt kann hvítvín drekkast afturvið.
NEYTAKJØT
Til neytakjøt hóska flestu reyðvín. Vínið skal helst svara til styrkina á tí ávísa rættinum. Eitt nú er Cabernet Sauvignon eitt hóskandi val. Til meira kraftmiklar rættir, kann veljast eitt meira kryddað og kraftmikið vín.
SVÍNAKJØT
Svínakjøt hevur ikki nógvan smakk og tí skal hugsast um m.a. tilhoyr og sósina, ið tú hevur afturvið, tá ið tú velur vínið. Løtt vín, og vín við miðal fyllu, bæði reyð og hvít, hóska til flestu rættir við svínakjøti.
VILLINI DJÓR
Á hesum leiðum er tað mest reinsdjórakjøt, hara og grind talan er um. Til reinsdjórakjøt og haru hóskar eitt reyðvín við góðari fyllu og nógvum smakki. Til feska kókaða grind hóskar best øl og snapsur til. Til steiktan grindabúff hóskar eitt kraftmikið reyðvín.
FLOGFENAÐUR
Flogfenaður kann vera ymiskur. Frá tí ljósa høsnakjøtinum til myrka kjøtið av svartfugli. Til eitt nú høsnarunga og kalkun hóskar m.a. turt og lætt hvíttvín ella eitt lætt reyðvín við miðal fyllu. Til dunnu og gás hóskar eitt miðal kraftmikið vín. Til svartfugl hóskar eitt kraftmikið vín ella øl.
OST
Tað er ikki so einfalt at samanseta ost og vín. Ostur varierar í styrki eins og vín ger. Til mildan ost hóskar best turt til hálvturt hvítvín og reyðvín við lítlari til miðal fyllu. Til miðalsterkan ost hóskar best hálvsøtt til søtt hvítvín og reyðvín við miðal til stórari fyllu. Til sterkan, ræstan ost hóskar best søtt hvítvín og reytt portvín.
DESSERTIR
Meginreglan fyri dessert er at vínið skal vera eitt sindur søtari en rætturin.
Til frukt hóskar eitt søtt hvítt desertvín. Til rættir við myrkari sjokolátu hóskar eitt nú Madeira ella søtt hvítvín. Portari hóskar væl til sjokolátatertu, og til rís á lamande hóskar madeira og portvín væl til. Portvín hóskar eisini til ymsar dessertir, so sum rættir við ísi og nøtum.
FORDRYKKIR
Fordrykkur er ein drykkur, sum hevur eitt lágt alkoholinnihald, og hevur hevur ein lættan smakk. Aðrir eginleikar fyri fordrykkir eru, at teir skulu ikki vera ov søtir, men heldur turrir ella hálvturrir. Vælegnað sum fordrykkir er hálvturt ella turt brúsandi vín, turt og hálvturt hvítvín, turt og hálvturt sjerri og turt vermut.