Hetta eru vit sum nevndarlimir í felagnum ógvuliga harmir um, og vilja gera vart við, at vit á ongan hátt góðtaka ta niðrandi og høpisleysu viðferð Olaf hevur fingið frá okkara formanni. Vit hava innanhýsis gjørt vart við okkara støðu.
Reglugerðin fyri Føroya Fiskimannafelag ger greitt, at nevndin setir starvsfólk. Tí er tað eisini nevndin, sum hevur ábyrgdina av at uppsiga starvsfólk, ella sum í hesum føri, at burturvísa starvsfólk.
Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag hevur burturvíst skrivstovumannin hjá felagnum, uttan at boða nevndini frá. Aftan á burturvísingina hava vit reist málið á nevndarfundi, har vit gjørdu vart við, at burturvísingin vera púra ógrundaða, og at hon var gjørd í heimildarloysi. Formaðurin hevur nevniliga als ikki heimild at taka tílíkar avgerðir einsamallur.
Vit meta hetta mál so álvarsligt, at vit síggja okkum noyddar at koma við hesum viðmerkingunum í fjølmiðlunum. Vit hava roynt at greitt allari nevndini, sum telur 6 limir umframt formannin, frá okkara sjónarmiðjum í hesum máli, men tað hevur ikki eydnast at fáa formannin at broyta støðu. Eftir okkara fatan eru tríggir nevndarlimir í nevndini, sum als ikki vilja fyrihalda seg til málið, men siga seg hinvegin treytaleyst stuðla formanninum.
Málið snýr seg um, at ein dugnaligur og arbeiðssamur maður á skrivstovu felagsins, uttan nakrar ítøkiligar ella haldgóðar grundgevingar, brádliga verður burturvístur. Bæði skrivaðar og óskrivaðar reglur verða brotnar.
Fremsta orsøkin til at starvsbólkar skipa seg í fakfeløg, er júst at tryggja sømdir og rættindi hjá starvsfólki. Tí er tað ikki til at skilja, at ein slík hending kann fara fram inni á sjálvari skrivstovuni hjá einum fakfelag og er nærmast at meta sum eitt álop á felagið innanífrá. Hvussu kunnu fólk tá hava álit á einum felag, íð ikki fylgir sínum egnu samtyktum?
Burturvísing eigur bert at koma uppá tal, um starvsfólk hava forbrotið seg álvarsliga mótvegis arbeiðsgevaranum, t.d. hava framt fíggjarundandrátt ella líknandi. Grundgevingarnar fyri burturvísingini av Olafi bera tó á ongan hátt brá av, at hann hevur forbrotið seg álvarsliga mótvegis arbeiðsgevaranum ella nøkrum øðrum. Um formaðurin ynskti at sloppið av við skrivstovumannin, kundi hann lagt sítt ynski fyri nevndina til støðutakan.
Hví formaðurin hevur valt at burturvísa mannin, kunnu vit bert gita um. Fakta er, at tá ein persónur verður burturvístur, hevur hann ikki rætt til løn eftir burturvísingina, men um Olaf Johansen hevði verið uppsagdur, hevði hann havt rætt til eina uppsagnartíð á 6 mánaðir og sostatt eisini løn í sama tíðarskeið.
At ein formaður í einum fakfelag nýtir slíkan framferðarhátt, meta vit vera sera álvarsamt. At formaðurin í Fiskimannafelagnum ikki virðir rættindini hjá sínum egnu starvsfólkum, meta vit sum eitt stórt álitisbrot, og tí síggja vit okkum noyddar at gera vart við hetta. Tað er ikki bert ein vanlukka fyri burturvísta skrivstovumannin, men so sanniliga eisini fyri Føroya Fiskimannafelag, tí virðingin fyri felagnum og tað neyðuga álitið hevur fingið eitt álvarsamt skot fyri bógvin.
Eyðun Johannesen, Karl Isaksen og Fríðrik Sivertsen
Nevndarlimir í Føroya Fiskimannafelag