ÍF hevur í dag gjørt ein tvey ára sáttmála við Filip Djordjevic, sum kemur úr Víkingi. 25 ára gamli vongurin hevur longu spælt 214 dystir í bestu deildini.
Seinastu átta árini hevur hann spælt við Víkingi, men í ár er luturin hjá honum minkaður. Víkingur hevur fingið nýggjan venjara í Eyðuni Klakstein, meðan Hans Jørgen Djurhuus heldur fram í Fuglafirði. Hans Jørgen Djurhuus og Filip Djordjevic hava spælt saman í Víkingi í fleiri ár.
- Vit kunnu í dag kunngera, at Filip Djordjevic hevur undirskrivað ein tvey ára sáttmála við felagið. Hóast sín unga aldur á 25 ár, hevur Filip longu í fleiri ár markerað seg í føroyskum fótbólti. Talið av dystum í bestu deildini er 214, og hann hevur skotið 33 mál higartil. Filip hevur eisini roynt at vunnið meistaraheiti tvær ferðir, steypakappingina fýra ferðir og so hevur hann spælt heilar 21 dystir í evropeisku kappingunum; Champions- og Europa League, skrivar heimasíðan hjá ÍF.
ÍF hevur eisini fingið tilgongd av málverjanum hjá TB, Milos Budakovic.