Raðfylgjan varð útsett

Semja er framvegis ikki um, hvussu stigatalvan skal gerast upp, tá lið standa á jøvnum í stigum

FSF-fundur

Ein av lógarbroytingunum, sum var í uppskoti, var framferðarhátturin, tá gerast skal av, hvussu støðan á talvuni er, um feløg standa jøvn í stigum.
Ein broyting varð gjørd í hesum í 2000, tá tað varð samtykt, at útfallið av innanhýsis uppgerðum skuldi nýtast, áðrenn roknað varð við málmuni, um lið stóðu á jøvnum í stigum.

Gloymdu málini
Ta ferðina var grundgevingin, at tað - serliga í yngru deildunum - kundi vera óheppið, at tað fyrst var málmunurin, sum varð roknaður sum avgerandi. Dømi høvdu verið um, at meistaraheiti vórðu avgjørd, tá okkurt av veikaru liðunum ikki møtti til dyst móti øðrum av oddaliðunum. Og tá málmunurin síðani skuldi gerast upp, var tað sjálvsagdur fyrimunur hjá teimum, sum høvdu vunnið stórsigrar, heldur enn at vinna við málmuninum 0-0.
Í lógararbeiðinum ta ferðina hevði eitt mistak tó sník seg inn. Tað var nevnliga ikki staðfest, hvat hugtakið »innanhýsis dystiir« fevndi um.
Og longu fyrsta árið gav hetta at bíta. HB og VB vóru nevnliga jøvn í stigum bara tvey umfør undan seinasta leikdegi. Í sínamillum uppgerðunum høvdu liðini spælt tveir javnleikir. 2-2 í Havn og 0-0 í Vági.
Í Vági hildu tey fast um, at tá VB hevði skotið fleiri mál á útivølli í innanhýsis dystum, vóru teir oddalið. Men tað var ein tulking, sum tey í HB ikki vóru samd í. Málið endaði hjá dómsnevndini, longu áðrenn kappingin var liðug, tí sleppast mátti undan eini støðu á seinasta leikdegi, har eingin visti, hvør var meistari. Úrskurðurin staðfesti, at tá hugtakið ikki var nærri útgreinað, so var talan bara um stig, sum vóru vunnin í innanhýsis uppgerðunum. Her stóðu VB og HB á jøvnum, og so skuldi málmunurin nýtast.
Tá HB á næst seinasta leikdegi misti sigurin á B36 í seinastu sekundunum, fekk hendan lógartulkingin tíbetur ikki nakran avgerandi týdning. Men undirstrikaði týdningin av at hava ein greiðan lógartekst, har eingin ivi skuldi verða um, hvør var fremstur, um fleiri lið standa á jøvnum í stigum.

Mugu finna eina avgerð
Og tað var eisini hetta, sum uppskotið frá FSF miðaði eftir. Raðfylgjan skuldi nú vera hendan: Stig, stig í innanhýsis dystum, mál í innanhýsis dystum, útivøllarmál í innanhýsis dystum, samlaður málmunur, flest skotin mál og síðani fægst gul og reyð kort. At enda staðfesti teksturin, at stóð framvegis á jøvnum so skuldi umdystur til. Og um neyðugt, so skuldi hesin avgerast við brotssparkskapping.
Hóast uppskotið hevur fingið umrøðu áður, so tóktist vera trupult at finna nakra breiða semju um, hvussu farast skuldi fram. HB skeyt upp, at fyri at lætta um hjá teimum, sum fylgja við, skuldi vendast aftur til gomlu skipanina, har mál, málmunur og flest skotin mál vóru avgerandi. Áðrenn uppskotið varð sent til atkvøðugreiðslu, vóru tó fleiri, sum vístu á, at tað er neyðugt at hava greinaðar reglur, soleiðis at tað næstan ikki kemur fyri, at lið standa púrasta á jøvnum. Kanska eisini við at halda fast um uppskotið frá FSF - men tó við broyttari raðfylgju á faktorunum.

Finna felags stev
Endin á øllum var, at formaðurin bað um at málið varð útsett. Sum nevnt aðrastaðni, so skal FSF kortini hava eykaaðalfund innan alt ov langa tíð, og tí helt hann, at tað mundi ikki gjørt nakað, hvørt málið varð tikið til nýggja viðgerð til ta tíð.
So fæst at vita, hvørt nøkur felags niðurstøða er komin um spurningin til ta tíð. Frá hesum síðum skulu ráðini bara vera, at fyri at halda ítróttarligu virðini í yngru deildunum í hásæti, er týdningarmikið, at innanhýsis dystir - íroknað mál og útivallarmál - verða avgerandi. Í øllum førum í yngru deildunum.