– Hevur lærarin ikki hóskandi tilfar, fær hann einki gjørt.
Tað sigur Rigmor Dam, mentamálaráðfrú, í samrøðu við Skúlablaðið. Hon sigur, at framleiðsla av viðkomandi og dygdargóðum upprunaføroyskum tilfari er eitt av økjunum, sum henda samgongan vil raðfesta.
Hon sigur í samrøðuni við Skúlablaðið, at forløgini, sum framleiða upprunaføroyskt tilfar til undirvísing og til børn og ung sum heild, hava síðstu árini mangan víst á, at játtanirnar, tey fáa á løgtingsins fíggjarlóg eru ov lítlar at megna ta stóru uppgávuna og ábyrgdina, tað er at veita nóg mikið av dygdargóðum tilfari til undirvísing og framíhjálestur.
– At framleiða upprunaføroyskt tilfar til næmingar til skúlabrúks og framíhjá er kostnaðarmikið, ikki minst um tað eisini skal vera talgilt, og tað er kravið í dag, sigur hon.
– Framleiðsla av viðkomandi og dygdargóðum upprunaføroyskum tilfari er eitt av økjunum, sum henda samgongan raðfestir høgt, og tá ið fíggjarligu sjógvarnir eru slættaðir, verða hetta øki, vit fara at styrkja.
Hon vísir á, at uttan fjølbroytt tilfar kunnu vit ikki tosa um læring fyri øll, og tað er fyrst og fremst uppgávan hjá forløgunum, ikki lærarunum sum einstakligar, at framleiða viðkomandi, fjølbroytt og dygdargott tilfar, sigur Rigmor Dam.
Meira kann lesast í Skúlablaðnum VIÐ AT TRÝSTA HER