Raðfesta viðlíkahald, tað er vanligt vit og skil

Nú býráðsval er fyri stavn, so koma helst sum vant nógv boð um hvat okkara skattakrónur skula brúkast til komandi valskeið. Nógv valevnir lova vanliga bæði til vinstru og til høgru. Ein tunnil her, flogvøll har og so eina høll ella ellisheim onkra heilt aðrastaðni

Men vit hoyra sjáldan valevnir nevna at verandi ognir hjá kommununi skula viðlíkahaldast ? Tað er annars skjótt at gera ein langan lista yvir ognir hjá Tórshavnar Kommunu, ið harðliga tørva ábøtir. Í summum førum ábøtur ið hava ligið alt óv leingi á láni. Úr rúgvini kunna nevnast ellisheim, barnagarðar, vegir, spælipláss og skúlar. Ja, ein skúli er í so ringum standi, at talan er um at bygningurin má takast niður, allur sum hann er og byggjast av nýggjum. 

Alt hetta í einum valskeiðið, har kommunan er farin frá at hava 7 millónir í lánið, til nú at skylda upp ímóti hálva milliard. 

Eitt vanligt skilagott húsarhald fer ikki at byggja bilhús, um tey ikki orka at viðlíkahalda húsini. Hesum kundi kommunan lært av - Men tað gevur sjálvandi ikki somu umtalu at játta pengar til viðlíkahald, sum at byggja nýtt - Hetta hóast tey flestu vita, at um man ikki viðlíkaheldur ognir so hvørt, so gerst rokningin munandi størri tá man einaferð kemur til tað. 

Flestu politikarir vilja byggja sín egna minnisvarða við hallum og øðrum stórum verkætlanum.

Mín meining eri at vit skula raðfesta viðlíkahald, tað er vanligt vit og skil !

 

Brandur í Dali