Bretski hittbólkurin Radiohead hevur valt, at nýggja videolag teirra til sangin ?All I Need? skal snúgva seg um offrini av menniskjahandil. Hetta er fyri at gera fólk var við hetta evnið.
?Creep?-hitmakarirnir hava saman við ?End Exploitation and Trafficking?-kampagnuna hjá MTV gjørt hetta videolag, sum verður víst í splitscreen, har rík børn í vesturheiminum verða síðustillaði við barnaarbeiðarar á verksmiðum, har hesi arbeiða ólógliga og fyri lítla løn.
Forsangarin í Radiohead, Thom York, vónar at filmurin fer at gera folk meira tilvitaði um trupulleikan við útnýttan av hesum børnum:
- Eg haldi, tað er ordiliga feitt, at MTV tekur hetta evni upp. Videolagið er sterkt og eg hopi, at fólk fara at skilja boðskapin.