Rættvísan bústaðarpolitikk

Politiska skipanin hevur ikki loftað trupulleikanum við væntandi bústaðarmøguleikum í Føroyum. Stóri fólkavøksturin seinastu árini hevur lagt stórt trýst á bústaðarmarknaðin, og úrslitið hevur verið, at fleiri seta seg fyri stór lán, gjalda órímiliga høgt leigugjald ella búgva inni hjá familju og vinum.

 

Eitt vælferðarsamfelag verður mátað eftir, hvussu tað klárar at taka sær av sínum borgarum – serliga teimum, ið hava ringt við at fáa alt at ganga upp fíggjarliga. Í Føroyum eigur tað ikki at vera so, at nakar tjenar upp á neyðina hjá øðrum. Tað kann snøgt sagt ikki verða rætt! Tað skal snúgva seg um vanlig fólk, um barnafamiljur, ung og gomul. Tað er ikki í lagi, at fólk ikki hevur tak yvir høvdið! Vit skulu hava ein rættvísan bústaðarpolitikk.

 

Okkara bústaður er so grundleggjandi fyri okkara lív. Tað er har, vit hava okkara familjulív, okkara tryggleika, og tað er har, at tey flestu minnini verða skapt.

 

Eitt fjølbroytt bústaðarmynstur er gott fyri eitt samfelag. Vit skulu byggja fleiri bústaðir – bæði til at leiga og at eiga. Almannagagnlig bústaðarfeløg og lutaíbúðir eru eisini ein møguleiki, og tað skal vera lættari at seta búgv runt í landinum. Vit skulu taka ábyrgd av heimleysum.

 

Skulu vit halda fram at menna Føroyar, so er tað heilt grundleggjandi, at fólk kunnu búgva her. Ítøkiliga skulu vit broyta lógina um Bústaðir, so at Bústaðir ikki framhaldandi skulu arbeiða undir kapping. Bústaðarneyðin skal loysast við rættvísum bústaðarpolitikki - ikki vinnupolitikki!

 

Hervør Pálsdóttir,

 

valevni fyri Tjóðveldi