Steiki tað var feitt at síggja meg sjálvan í sjónvarpinum, sigur Ragnar Finnson Í kvøld er Ragnar Finnson ein glaður drongur. tað er endiliga blivið alment, at Ragnar kom víðari, og ein stór byrða av dulsmálum eru farin av herum hansara, tí tað mátti ikki fram, at hann var komin víðari áðrenn kappingin varð víst í sjónvarpinum.
Men av tí hann kom víðari eru nógv onnur dulsmál komin, og tað er ungi havnarmaðurin helst fegin um.
Nógv undrast nokk á hvønn hann tosaði við í telefonini tá hann kom út úr upptøkuhølinum, men talan var ikki um nakra damu. Tað vóru (bert) tveir vinmenn.
Tíverri kann Ragnar ikki úttala seg um hvat hendir víðari í kappingini, men Miðlahúsið fylgir honum.