Ragnar í finaluna í Talent

12 ára gamli Ragnar Finsson hevur í kvøld vunnið sær pláss í finaluni í donsku sjónvarpskappingini Talent 2008. Ragnar Finsson hevði í kvøld tveir tónleikarar afturat sær á pallinum til beinleiðis sjónvarpssendingina á DR1.

 

Tað gekk lívliga fyri seg, tá Ragnar sang og spældi gittar, og tað eydnaðist honum eisini at verða millum tey trý, sum fingu flest atkvøður frá hyggjarunum.

 

Endin var, at teir tríggir dómararnir skuldu velja millum Ragnar Finsson og ein bólk við trimum børnum. Spenningurin var stórur, men valið fall á Ragnar, sum var ovurfegin.

 

Ragnar verður við í finaluni í Talent, sum verður hildin um tríggjar vikur.