Ragnar Isaksen tvífaldur FM-meistari í golf

Ragnar Isaksen vann eisini seinnu stóru golfkappingina í ár.

Um vikuskiftið varð felagsmeistarakappingin í holspæli hildin á Glyvursnesi. Talan var um seinnu stóru golfkappingina í ár.


Úrslitið í holspæli gjørdist tað sama sum í FM-kappingini í slagspæli. Ragnar Isaksen, sum fyri nøkrum síðani vann FM í slagspæli vann eisini kappingina um vikuskiftið og kann harvið kalla seg sjálvan fyri tvífaldan FM-vinnara.


Heimasíðan hjá Tórshavnar Golffelag skrivar, at talan gjørdist um eina spennandi kapping, har vinnarin ikki varð funnin fyrr enn í síðstu rundu.


Slagið stóð millum Ragnar Isaksen og Palla Henriksen. Ragnar Isaksen átti tó munin tá samanum kom, so Palli Henriksen mátti taka til takkar við einum øðrum plássi. Petur Jacobsen endaði nummar trý.