12 ára gamli Ragnar Finsson skal í kvøld royna seg í sjónvarpssendingini Talent hjá DR1 Ragnar Finsson var og hugdi eftir upptøkuroyndini hjá DR í Føroyum, men hann hevði upprunaliga ikki ætlað sær at verða við í kappingini.
- Eg stóð og hugdi, og so fekk eg hug at verða við. Eg helt, at tað gjørdi einki, um eg royndi meg, sigur Ragnar Finsson.
Endin var, at hann var boðin við til Talent sendingina, og herfyri var Ragnar Finsson í Danmark og gjørdi upptøkur.
Í kvøld verða hesar upptøkur vístar í Talent, og tá fæst eisini at vita, um Ragnar kemur víðari í Talent-kappingini.
Talent sæst á DR1 frá kl. 19.00 og í SVF frá kl. 19.15.