Ragnar syngur um tabu-evni

Nú kemur triðja fløgan hjá Ragnari í Vík og á henni syngur hann um evni, vit vanliga ikki tosað hart um

Leygardagin kemur Ragnar í Vìk við nýggjari fløgu.

Fløgan hevur gingið heitið „Lagnulogin“ og tað er Ragnar í Vík sjálvur, hevur gjørt orð og løg, og allir sangirnir eru á føroyskum, sigur hann í tíðindaskrivi.

Hetta er triðja fløgan hjá Ragnari í Vík. Tær báðar fyrru fløgurnar vóru á enskum, og vórðu so nógv spældar í útvarpum runt um í Evropa, at Ragnar í fleiri vikur lá á top 20 countrylistanum í Evropu og kom varð enntá nummar fýra við sanginum “You Broke Your Own Heart”.

Við Lagnuloganum er Ragnar eisini slóðbrótandi, tí hann her syngur um evnir, ið vit vanliga ikki tosað alment um í Føroyum. Sangirnir eru um kenslur í samband við ymiskar hendingar á lívsleiðini.

Fløgan er tikin upp í Oyravox upptøkuhølunum í Nólsoy. Tónleikararnir eru Kim Hansen, Terji Rasmussen, Michael Thomsen, Jákup Zachariasen, Jákup Lutzen, Bjarni Hansen og Súni Joensen.

Í bóklinginum, sum fylgir við fløguni, eru myndir, sum Randi Joensen hevur teknað.

Í sambandi við fløguna, heldur Ragnar í Vìk útgávukonsert í Avhaldshúsinum í Haldórsvík leygarkvøldið klokkan 19.

Atgongumerkið kostar 50 krónur og fáast við dyrnar og á konsertini ber eisini til at ogna sær eina fløgu við undirsrkiftini hjá Ragnari í Vík á.