Klokkan 11.15 í morgin okkara tíð verður ein brestur á mánanum, tí tá rakar ein partur av einum amerikonskum rúmdarfari mánan við nógvari ferð. Hesin parturin vigar 2,2 tons, og tá hann rakar mánan við 9.600 kilometra ferð um tíman, verða 350 tons av mánadusti slongd einar 50 kilometrar út í rúmdina. Løtu seinni fer hin parturin av rúmdarfarinum ígjøgnum dustið, og hann skal so siga rúmdarstøðini á jørðini, hvat er í mánadustinum. Hóast bresturin ivaleyst er ógvusligur á sjálvum staðnum, sæst hann ikki við berum eygum hiðani av jørðini, sigur amerikanska rúmdarumsitingin NASA.