Randi Johansdóttir og dóttirin í lívsvanda í Algeria

Randi Johansdóttir úr Sumba og trý ára gamla dóttir hennara eru í lívsvanda í Algeria, eftir at pápi dóttrina hevur tikið passini og noktar teimum at fara úr landinum

Fólk, ið standa Randi Jóhansdóttir úr Sumba nær, rópa neyðarróp og savna pening at hjálpa Randi Johansdóttir og trý ára gomlu dóttrini, Khadija, at sleppa úr Algir.

 

Í einum uppslag á Facebook skrivar vinkona hennara, Nicolilna Bára Andersen soleiðis:

 

»Randi og Khadija eru í lívsvanda í Algeria - hjálpið teimum heim aftur.

 

Í juni í fjør pakkaðu Randi og trý ára gamla dóttirin Khadija og pápin kuffertini heima í Sumba. Saman skuldu tey á spennandi ferð til Algeria at vitja familjuna hjá pápa Khadiju. Men tað, sum skuldi vera ein hugnalig familjuferð, endaði sum ein marra. Tí beint sum tey komu fram, gjørdist greitt fyri Randi, at pápin ikki ætlaði at lova sær at fáa Khadiju við sær heim aftur til Føroya.

 

Eftir 10 drúgvar mánaðir í fangilsi eydnaðist teimum báðum tann 15. mai í 2024 endiliga at flýggja frá pápanum.

 

Men bara fyribils. Støðan hjá móður og dóttur er framvegis lívshættislig, tí pápin fekk frænir av hesum og leitar nú eftir teimum. Tær liva nú í ótta fyri pápa Khadiju. Fær hann fatur á teimum, stúrir Randi fyri tí versta. Tær báðar hava tørv á at sleppa úr vanda og heim aftur til familjuna í Føroyum sum skjótast.

 

Tað eru nógv góð fólk, sum arbeiða áhaldandi fyri at bjarga Randi og Khadiju úr Algeria. Men hóast hesa hjálp eru forðingarnar nógvar. Tíverri er rættarskipanin í Algeria øðrvísi enn okkara, og rættarliga arbeiðið, sum krevst fyri at tær sleppa heim, gongur alt ov striltið.

 

Fyri at halda seg úr eygsjón noyðast tær báðar javnan at flyta seg úr einum goymistað í annað, uttan at blíva sæddar. Støðan er sera streingjandi fyri bæði móður og dóttur.

 

Peningur krevst til uppihald og at rinda fyri rættarumboð, soleiðis at Randi kann sleppa úr Algeria við dóttrini.

 

Tí tørvar okkum nú peningaligan stuðul. Allar upphæddir, sum verða latnar, eru kærkomnar. Stórt ella smátt - alt ger mun.

 

Peningur kann flytast á 6460-4044543 Føroya Banki.

 

Vónandi vilja tit hjálpa og stuðla okkum í at fáa Randi og Khadiju heim aftur.«