ÚTGÁVA
Føroya Skúlabókagrunnur hevur í samstarvi við Hagstovu Føroya givið út Árbók fyri Føroyar 2001 sum bók og á fløgu. Í árbókini er nýggjasta hagtalstilfarið um føroyska samfelagið við enskum undirteksti. Tær mongu frágreiðingarnar og talvurnar geva eina fjølbroytta mynd av samfelagsumstøðunum í Føroyum. Her kunnu øll samfelagsáhugað kunna seg um t.d. íbúgvaviðurskifti, fiskivinnu, landbúnað, ídnað, kommunuviðurskifti, almannamál, kirkjumál, heilsuverk, mentanarvirksemi og onnur hagtøl um Føroyar. Útgávan í ár hevur fleiri nýggjar og broyttar talvur. Yvirlit yvir tær nýggju og broyttu talvurnar eru at finna fremst í bókini. Harafturat eru leitorð prentað aftast í bókini, ið ger tað munandi lættari at finna áhugavert tilfar í teimum mongu talvunum.
Teldutøka útgávan á fløgu gevur skúlum, heimum, stovnum og vinnulívi nógvar og fjølbroyttar møguleikar at viðgera hagtalstilfarið.
Árbókin, sum er almenna hagtalsverkið fyri Føroyar, er ein sera hent handbók hjá politikarum, fyrisiting, fakfelagsfólki, stovnum, fyritøkum, fjølmiðlum, feløgum og ikki minst skúlum. Til skúlabrúks gevur Føroya Skúlabókagrunnur út frálærutilfar til árbókina. Talan er um 13 smærri hefti við ymiskum uppgávum og frágreiðingum til nøkur av høvuðsevnunum, ið eru at finna í árbókini. Heftini eru ætlað fólkaskúla, miðnámsútbúgvingum og til framhaldslestur. Tey eru ein góð hjálp til betur at skilja hugtøk og taltilfar. Bøkurnar Samfelagsfrøði 1 og 2 og Tit bygdu hetta land venja næmingar at viðgera, meta um og taka støðu í samfelagsspurningum, samstundis sum tær lýsa søguliga baksýni. Til hesar bøkur er árbókin ein ómissandi stuðul.
Umframt úrdráttir úr teimum hagtølum, sum Hagstova Føroya ger, hevur árbókin eisini hagtalstilfar, sum aðrir myndugleikar ella stovnar hava víst vælvild at lata til árbókina. Talvurnar í árbókini hevur Hagstova Føroya skipað fyri. Føroya Skúlabókagrunnur stendur fyri útgávuni. Ingi Joensen hevur gjørt permumyndina. Hestprent hevur umbrotið og prentað.
Árbókin er 373 blaðsíður og kostar 150,00 krónur.
Fløgan kostar 200,00 krónur.