– Hendan maskinan kostar einar fimm milliónir krónur.
Regin Jacobsen peikar á ein stóran stálkassa, sum er karmur um eina sera framkomna reinskeri-skipan við trimum ymiskum knívum. Kassin er ikki størri enn ein kummufrystari í vavi, men hann ger tað arbeiði, sum eini 20 fólk skuldu gera, tá reinskorið varð við hond.
Í høllini eru eisini aðrar framkomnar maskinur, men har eru eisini fólk, tá virkið koyrir.
– Í hesi høllini arbeiða átta fólk, men áðrenn vit fingu nýggju teldustýrdu maskinurnar, skuldu eini 35-40 fólk til fyri at gera sama arbeiði, fortelur hann.
Stongdu virkið
At hava møguleika at keypa eina maskinu fyri fimm milliónir krónur, var ikki tað, sum lá fremst í huganum hjá Regini Jacobsen og hinum á Bakkafrost í 1992. Men júst fimm milliónir krónur var tað sum manglaði í, tí tann 21.mai hetta árið gjørdi Ídnaðargrunnurin av at steingja Bakkafrost. Lønsemið var ikki nóg gott, og felagið var koyrt á húsagang.
– Eg minnist at virkið stóð til sølu fyri fimm milliónir krónur í eitt heilt ár, men tað vóru tíbetur fyri okkum somikið fáir pengar í samfelagnum, at eingin keypti tað, fortelur Regin Jacobsen.
Regin, sum tá var 26 ára gamal, var stjóri, og tað var tí millum annað hansara uppgáva at syrgja fyri at øll fingu sítt, tá tað snúði seg um pengar. Men har vóru eingir pengar.
– Vit fingu eina góða avtalu í lag við bústjóran, og sluppu at leiga virkið, so leingi tað ikki var selt, og sum sagt, so var keypiorkan í Føroyum um hetta mundi rættiliga avmarkað, so tað endaði við at vit fingu arbeitt okkum somikið av pengum upp, at vit kundu keypa virkið aftur, minnist Regin.
Størst í Føroyum
Bakkafrost Holding er í dag ein fyritøka við 230 starvsfólkum. Framleiðslan er 20.000 tons av aldum laksi árliga, og av teimum verður so framleitt 5000 tons av lidnari vøru, sum er vakum-pakkaðar laksaporsjónir.
Fyritøkan er tann størsta av sínum slagi í landinum, men gongst alt sum ætlað, verður hon uppaftur størri um ikki so langa tíð. Tað er nevniliga soleiðis, at Vestlaks varð selt fyri nøkrum mánaðum síðani, og sjálvt um talan er um tvey ymisk feløg, so eru tað somu eigarar, ið eiga Bakkafrost-samtakið og Vestlaks-samtakið. Ein broyting í lógini um aling í Føroyum er í løtuni til hoyringar, og har verður millum annað lagt upp til, at somu eigarar nú kunnu eiga upp í helvtina av øllum aliloyvunum í landinum. Í løtuni er markið 25 prosent.
– Sjálvt um vit eru ein stór fyritøka, so er hon lítil í mun til eitt nú stóru norsku og kilensku alifyritøkurnar, so hesin møguleikin er kærkomin og neyðugur, um vit skulu megna at kappast við tær størstu alararnar í heiminum, so sum vit vilja, sigur Regin Jacobsen.
Virksemið í nærum 400 ár
Beiggjarnir á Bakka á Glyvrum bygdu fyritøkuna Bakkafrost upp frá 1966 og fram. Í fyrstani tóku teir ímóti nógvu sildini, sum var at fáa á fjørðinum. Seinni varð farið at keypa sild frá skipum, sum fiskaðu í Norðsjónum og aðrastaðni. Bakkafrost framleiddi sild í gløsum og spannum, og tað gekk væl líka til í 1977, tá sildaforboð bleiv sett í verk í Norðsjónum.
– Hatta gróthúsið bleiv brúkt til vinnuligt virksemið fyri meira enn hundrað ár síðani, fortelur Regin og peikar út í tún, í tí vit fara upp trappurnar til skrivstovuøkið.
Og meðan vit sessast, tendrar stjórin farteldu sína, og fortelur mær um hansara stóra frítíðaráhuga: Ættargransking. Og kanska ikki so løgið, so kann nógv av hesi gransking eisini setast í samband við vinnulívið á Glyvrum.
– Eg havi funnið útav, at her má hava verið vinnuligt virksemið á Glyvrum í eini 400 ár. Fyrsti festarin var Niels Jacobsen, sum var føddur í 1623, og hann var bæði bóndi og sýslumaður, umframt at hann eisini arbeiddi sum sorinskrivari eina tíð, fortelur Regin Jacobsen.
Øll innfødd Glyvrafólk stava frá hesum Niels Jacobsen, og ein standmynd av undangongumanninum hevði verið upp á sítt pláss, heldur Regin.
Vaska klæðini fyri fólk
Bakkafrost-samtakið fevnir í dag um átta aliøkir, tríggjar smoltstøðir, tvær framleiðslueindir umframt høvuðsskrivstovuna á Glyvrum. Fyritøkan er somikið stór og somikið væl fyri fíggjarliga, at hon hevur ráð og hug at fjálga um starvsfólk síni.
– Fyri at kunna framleiða heimsins besta alilaks, tí tað er tað sum vit gera, sigur Regin avgjørdur, mugu vit eisini hava heimsins bestu starvsfólk, og tey hava vit eisini, leggur hann afturat.
Ein máti at fáa hesi starvsfólk, er at skapa nakrar karmar, har fólk trívast. Á sjálvum aliøkjunum eru fastar mannagongdir fyri, hvussu arbeiðið verður skipað. Har snýr tað seg um at fara væl við fiskinum og sær sjálvum. Hvørki starvsfólk ella fiskur skulu blíva strongd, tí tað sæst beinanvegin aftur á lidnu vøruni.
Inni á framleiðsluvirkinum á Glyvrum verður eisini nógv gjørt fyri at starvsfólkini skulu trívast. Millum annað skulu tey ikki hugsa um at vaska arbeiðsklæðir síni. Tað tekur fyritøkan sær av. Umframt at leggja stóran dent á at hava støðugt arbeiði til fólk, verður eisini gjørt nógv burturúr sjálvum arbeiðsumstøðunum. Tað nýggjasta átakið er at leggja ljóðdoyvandi loft uppundir alt virkið, so tað ikki er so nógvur larmur.
Tað fakliga
Tá Regin Jacobsen varð valdur til ársins leiðari, var tað hann, sum varð valdur persónliga, men hendan heiður vil hann ikki eiga einsamallur. Hann er skjótur at nevna starvsfólkini í virkinum, og sjálvt um tað nokk er nakað, sum mann skal gera, so tykist hann ógvuliga sannførandi, tá hann sigur tað. Hetta kann hava nakað við tað at gera, at Regin er uppvaksin í fyritøkuni. Hann arbeiddi longu á skrivstovuni, tá hann gekk í handilsskúla, og tann fakligi kunnleikin, sum hann síðani hevur ognað sær, er eisini tikin, meðan hann hevur verið ein týðandi partur av familjufyritøkuni. Tað er blivið til eina HD-útbúgving í roknskapi og revisjón, sum varð tikin, meðan hann arbeiddi.
– Tað var eitt sindur løgið at arbeiða við fiktivum uppgávum, tá eg tók HD, tí eg var vanur at arbeiða við veruligum fólki og veruligum pengum, men tað var samstundis ein avbjóðing, og hesa fakligu barlast vildi eg als ikki verið fyri uttan, tó at tíðin á skúlabonki kundi kennast eitt sindur óverulig til tíðir, minnist Regin Jacobsen.
Laksur, laksur og laksur
Tá sildin hvarv í 1977, mátti Bakkafrost finna upp á okkurt annað virksemið. Eitt sindur av sildavirksemi var framhaldandi, men als ikki í so stóran mun sum áður. Tí varð m.a. farið at pakka flatfisk fyri fiskavirkir, eins og roynt var at fáa eitt sindur av virðisøking burturúr svartkjaftinum, sum var tað nýggjasta slagið av fiski á marknaðinum.
Síðst í 70-árunum og upp gjøgnum 80-árini var Bakkafrost eitt sindur “óstrukturerað”, fyri at brúka eitt orð hjá Regini Jacobsen. Lutfalsliga nógv arbeiði var av svartkjaftinum, og stórar íløgur vórðu gjørdar í maskinur, sum skuldu útvinna surimi. Men svartkjafturin kastaði ongantíð nakað serligt av sær. Innfrysting av makreli var eisini á breddanum, men hetta gav heldur ikki so nógv. Tá var øðrvísi við alingini, sum byrjaði í 1979. Hon var beinanvegin eitt gott bein hjá Bakkafrost, og fyritøkan setti sum frá leið fóðurframleiðslu í gongd og keypti sær bæði kassa- og roykivirki.
Í 1992, tá alt samfelagið fór av knóranum, hoknaði Bakkafrost sum kunnugt eisini.
– Eg minnist, at eg tá helt tað var ein ósigur fyri okkum, men í dag dugi eg væl at síggja, at húsagangurin hevur verið við til at myndað tað fyritøku, sum vit hava í dag, sigur Regin Jacobsen.
– Kanska hevði Bakkafrost-samtakið ikki verið til, um virkið ikki stongdi í 1992, leggur hann afturat.
Altjóða góðkenningar
Skil er í dag á strukturinum, og virksemið hjá Bakkafrost-samtakinum snýr seg í løtuni bara um eina vøru: Aldan laks. Váðaspjaðingin er síðani løgd í tað at vera við heilt frá rokni til lidna vøru. Bakkafrost-fyritøkan kann errin fara út í heim og fortelja kundum sínum um hvønn nikk og prikk í framleiðsluni.
– Og tað er júst tað, sum kundin spyr um. Hann vil hava at vita, hvar smoltið er framleitt, hvat fyri fóður tað fekk, hvussu alilaksurin er kruvdur, hvussu hann er skorin og pakkaður og alt møguligt annað, fortelur Regin Jacobsen.
Fyri at lætta um hetta arbeiði, hevur Bakkafrost-samtakið fingið tvær viðurkendar útlendskar framleiðslugóðkenningar – BRC og IFS. Harafturat fegnast Regin Jacobsen um møguleikan, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur fingið, tá tað snýr seg um at góðkenna virkir fyri russiskar myndugleikar.
– Tað vísir, at vit í Føroyum eru við heilt frammi, og vónandi verður tað næsta, at føroyskir myndugleikar fáa hendan møguleika frá øðrum londum enn Russlandi, sigur Regin Jacobsen.
------
FAKTA
Eigarar av Bakkafrost Holding:
Havsbrún
Føroya Banki
Fólkini “á Bakka”
Íløgufelagið Tjaldur
TF-Holding
LÍV
Norðoya Íløgufelag
JH Holding
Sp/f L.G.S.
------
REGIN JACOBSEN
Regin Jacobsen
Føddur í 1966.
HD í roknskapi.
Ársins privati vinnulívsleiðari 2009.
Stjóri á Bakkafrost-samtakinum
Starvsfólk undir sær: 230
Frítíðarítriv: M.a. ættargransking
------------
Heimsins besti laksur
Tú skalt ikki hava tosað leingi við stjóran hjá Bakkafrost-samtakinum, Regin Jacobsen, áðrenn tú hoyrir hann nevna føroyskan alilaks, sum heimsins besta alda laks. Tað ljóðar flott, og tað er tað eisini, tí tað er ikki bara Regin Jacobsen, sum sigur tað. Tað eru tað eftirhondini eisini fleiri og fleiri útlendskir keyparar, sum hava varnast.
Grundgevingarnar hjá Regini Jacobsen byggja millum annað á kanningar, sum eru gjørdar uttanlands. Kanningar, sum vísa at føroyski aldi laksurin hevur nógv størri innihald av teimum gagnligu omega3-sýrunum enn flestu kappingarneytar. Tær vísa eisini, at føroyski laksurin er fríður fyri antibiotika, umframt at hann fær fóður, sum ikki er genmodifiserað.
Tá hesi kemisku fakta verða løgd saman við umstøðunum at ala í Føroyum, har tættleikin er lágur í ringunum, havið er reint og skipanir eru gjørdar fyri sjúkufyribyrging við t.d. at brakkleggja og árgangsskilja, so hava vit heimsins besta alda laks, heldur ársins leiðari 2009, Regin Jacobsen.