Regin Vágadal var ikki í essinum

Føroya sterkasti maður, Regin Vágadal, endaði á fjórða plássi, tá Atlantic Giant kappingin varð hildin um vikuskiftið. Vinnarin var Svend Karlsson úr Noregi, og hann var eisini mest sannførandi luttakarin í kappingini

Heimsins sterkasti maður gjørdist eisini vinnari av Atlantic Giant kappingini, sum var um vikuskiftið. Sven Karlsen úr Noregi vann frammanfyri danan Réne Minkwitz, meðan Regin Vágadal endaði á fjórða plássi. Zadrunas Savickas tók triðja plássið frá Regini.
Regin Vágadal hevur vunnið hesa kappingina tvey tey seinastu árini, men hesuferð gekst ikki so væl í hond sum undanfarin ár, tá hann ordiliga hevur verið í essinum á heimavølli.
? Eg eri als ikki nøgdur við hesa kappingina, tí eg hevði væntað mær eitt frægari úrslit, sigur Regin Vágadal.

Misti í fyrsta umfari
Fyrsta kappingin var at lyfta fleiri rundar steinar uppá stólpar. Í hesi kappingin stendur Regin seg vanliga sera væl, men Regin var óheppin og misti tann fimta og seinasta steinin. Hetta seinkaði honum nógv, og hann fekk bara eitt sætta pláss. Hann datt tí burturímillum beinanvegin.
Um Regin skuldi gera sær nakra vón um at vinna samlaðu kappingina, so var hetta ein grein, sum hann skuldi standa seg væl í, tí hetta er ein av hansara yndisgreinum. Tíverri misti hann í avgerandi løtuni, og tað var sera torført hjá honum at vinna munin innaftur.
Regin hevði annars fyrireikað seg sum vant og helt seg vera í hampuliga væl fyri til kappingina. Tað eydnaðist honum tó ikki at vinna heitið Atlantic Giant triðju ferð á rað.
Høllin var at kalla fullsett í Runavík fríggjakvøldið, og Regin fekk góðan stuðul frá áskoðarunum á Skálafjørðinum. Í Havn vóru fá fólk til kappingina, og hýrurin var heldur linligur.

Vann endiliga
Í næstu kappingini endaði Regin á sjeynda plássi, og tá var hann í roynd og veru úti av kappingini um gullið. Hetta var rættstøðulyft, og tað er ikki ein grein, sum Regin vanliga stendur seg væl í.
Í triðju greinini, sum var mylnugongd, kom Regin endiliga fyri seg. Hetta er ein kapping, har teir sterku menninir skulu ganga runt um eitt kumpass við einum tungum kassa. Her gjørdi Regin bart og legði allar hinar afturum seg. Tað tóktist tó ov seint hjá honum at fanga Sven Karlsen aftur.
Í tveimum teimum seinastu greinunum, sum vóru á skránni í Runavík, stóð Regin seg hampuliga væl, men Sven Karlsen og Réne Minkwitz hildu allatíðina tørn.

Stóð seg væl í Havn
Regin Vágadal kom væl frá greinunum, sum vóru á skránni í høllini á Hálsi í Havn. Fyrsta greinin var log lift, men Regin megnaði bara at lyfta 130 kilo, hóast metið hjá honum er 152 kilo. Sven Karlsen vann kappingina við at lyfta 160 kilo. Tá hálaði hann seg so mikið langt framum hinar, at eingin megnaði at taka hann aftur, hóast Réne Minkwitz gjørdi eina djarva roynd.
Næsta greinin var dead lift, har teir skuldu halda tveimum tunnum, sum vigaðu 250 kilo hvør. Í hesi greinini endaði Regin á triðja plássi meðan Savickas og Karlsen vóru frammanfyri.
Seinasta greinin var at flyta fýra tungar kaggar úr einum staði í eitt annað. Regin var hesuferð miðskeiðis í røðini, og hann misti samstundis triðja plássi til Savickas. Teir endaði báðir við 61 stigum, men av tí at Savickas hevði vunnið fleiri kappingar, streyk hann avstað við bronsuni.
Samanumtikið var Sven Karlsen óivað sterkasti luttakarin í hesi kappingini, og hann fór uppiborið avstað við gullinum í viðførinum. Regin var tó bara 9,5 stig aftanfyri vinnaran Karlsen, og tá havt verður í huga, at hann var óheppin í fyrstu greinini, so var tað kanska ikki av heilt av leið hjá Regini.
Hann saknaði tó stuðul frá havnarmonnum, tí áskoðararnir vóru sera fáir í tali.