Fýra ella fimm ferðir um árið eru donsk handilsskip fyri álopum frá sjórænarum, men "Danica White", sum varð álopið úti fyri somalisku strondini herfyri, er fyrsta danska handilsskipið, sum er rænt.
Tilburðurin hevur fingið fakfelagið Søfartens Ledere til at krevja tryggari umstøður umborð á skipunum, og nú hevur reiðarafelagið bundið seg til at eftirlíka kravinum. Per Gravgaard Hansen, sum er fakligur skrivari hjá Søfartens Ledere, sigur við blaðið 24 Timer, at tað er eitt sindur ymiskt, hvat tey einstøku reiðaríni ætla sær at gera.
-Okkara limir hava ongan áhuga í at ganga í skottryggum vesti ella við byrsu. Men tað ber til at fáa sær nútímans ávaringarskipanir og forðingar á lúnningina, sigur skrivarin. Eisini í reiðarafelagnum eru tey væl nøgd við nýggju avtaluna við yvirmenninar, sigur varastjórin í felagnum, Jan Fritz Hansen, við 24 Timer.
Sambært The International Maritime Bureau eru sjórænaraálopini fækkað tey seinastu árini. Í 2004 vórðu 329 skip álopin, í 2005 var talið 276, og í fjør kom tað niður á 249.