Tórshavnar kommuna hevur nú almannakunngjørt kortið, sum vísir, hvar vatnið er nóg reint at drekka. Tey, sum fáa vatn úr brunninum í Havnardali hava reint vatn, meðan reistin, øll tey, sum fáa vatn úr Villingardali, framvegis mugu kóka vatnið.
Tað var í síðstu viku, at vatnkanning hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni staðfesti, at koliformar og E-coli-bakteriur vóru í vatninum í Havn.
Tey, sum búgva niðan fyri reyðu strikuna, hava reint vatn.