Rekkjukoyring á Vestmannavegnum

Landsverk boðar nú frá, at skipað verður fyri rekkjukoyring á Vestmannavegnum.

 

Mynd, sum Birgir W. Høgnesen tók í Vestmanna í morgun.

Beint eftir klokkan 8 í morgun versnaðu koyrilíkindni, og bilar stóðu fastir nógvastaðni.

 

Tað var eitt nú á Vestmannavegnum, á Sandavágshálsi og á Kirkjubøarvegnum.

Sambært Landsverki er Oyggjarvegurin stongdur í løtuni og koyrandi er ikki til Saksunar.

Klokkan 11:51 boðaði Landsverk frá, at skipað verður fyri rekkjukoyring á Vestmannavegnum.

 

##med2##

 

Mynd, sum Birgir W. Høgnesen tók í Vestmanna í morgun.

Í Vestmanna fyri løtu síðan. Mynd: Birgir W. Høgnesen.