Rema1000 avloysir First Price og Gestus

- Eg haldi, at vit hava gjørt eitt gott val við at taka upp samstarv við Rema1000, sigur stjórin hjá Poul Hansen heilsølu, Høgni Hansen.

- Tað er umráðandi, at ein fyritøka ikki stendur í stað. Neyðugt er við menning og tillaging til broyttar umstøður og øðrvísi marknað. Vit mugu fylgja við í tí, sum marknaðurin krevur og ikki minst viðskiftafólkini.

 

Tað sigur Høgni Hansen, stjóri hjá Poul Hansen heilsølu, nú fyritøkan - í triðja ættarliði - fer um tey níti árini.

 

Vit spurdu eisini Høgna Hansen, hvat tað nýggjasta hjá samtakinum er. Hann vísir á, at krøvini til heilsølur gerast størri og størri, og stórur partur av vørunum, sum verða seldar, hava lutfalsliga stutt haldføri, samstundis sum flutningsmøguleikarnir eru vorðnir betri.

 

- Tað nýggjasta hjá okkum er, at vit hava gjørt samstarvsavtalu við Rema1000, sum er ein stórur veitari av gerandisvørum í Skandinaviu og Baltisku londunum.

 

Stjórin vísir á, at vælumtóktu vørurnar hjá Rema1000 í næstum verða at síggja í handlunum kring landið, sum Poul Hansen heilsøla leverar til.

 

- Rema1000-samtakið hevur ment og framleitt egin merki av nógvum vørum, og nógvar av hesum vørum hava eisini vunnið týðandi testir á marknaðinum sum dygdarvørur.

 

Høgni Hansen sigur, at Rema1000 eisini hevur eitt stórt úrval av vistfrøðiligum vørum, og samtakið hevur ment pakning, sum fer væl við umhvørvinum og sum minkar um matoyðsl.

 

- Hetta er eisini eitt av virðunum, sum Á-handlarnir arbeiða fyri. Pakningur við viðskera hjá Rema1000 er eitt nú deildur í fleiri smá rúm, soleiðis at tú sum brúkari ikki nýtist at lata øll rúmini upp í senn. Hetta økir um haldføri og fremur minni matoyðsl.

 

Stjórin vísir á, at Rema1000 vørurnar koma at avloysa First Price og Gestus, sum so líðandi fara av hillunum hjá Poul Hansen heilsølu, og hann heldur, at samtakið hevur gjørt eitt gott val við at taka upp samstarv við Rema1000.