Remee snýtti DR

Í Danmarks Radio eru tey í leiðsluni í øðini inna á X-Fact­or­dómaran, Remee, eft­ir at hann fríggjakvøldið lat eina viðmerking falla, sum kundi fatast sum rekl­ama fyri skeinkistaðið hjá hon­um, sum kallast Zen.

– Nu skal vi på Zen. Ej, det må jeg ikke sige. Und­skyld DR, segði dómarin, eft­ir at hann hevði sent lut­takaran hjá sær, Steffen, út úr 4. liv­e­show­inum í X-Factor.

Trupulleikin hjá DR er, at Remee eigur hendan nátt­klubb­an. Men sjálvur held­ur hann ikki hetta vera nakr­an trupulleika.

– Det er sandheden. Vi skal hen og drikke på Zen. Det kan godt være, at jeg ikke må sige det, men det sagde jeg jo også derinde. Og så vil jeg sgu også gerne lige drille dem kærligt, segði Remee við bt.dk.
Men hetta halda tey í DR als ikki vera stuttligt.

– Um Remee hevur sagt hatta, so er tað ein feilur. Og tað tosa vit við hann um, segði Rasmus Ladefoget við bt.dk.
Hann leggur dent á, at hvørki dómarar ella lut­tak­ar­ar skulu reklamera fyri nøkr­um sum helst.

– Hetta taka vit í sera stór­um álvara. Og tað gera vit, tí hetta kann ikki sam­einast við, at vit taka kring­varps­gjald frá fólki. So hetta skal steðgast beinanvegin, sig­ur Rasmus Ladefoged, sum er undirhaldsstjóri í DR.

– Men soleiðis er ikki í Før­oyum. Her tekur okkara al­menna lisensfíggjaða kring­varp peng­ar fyri at lumpa slíkar lýsingar inn í send­ing­arnar. Og her sleppa vertir at siga, hvør hevur givið teimum klæðir og kakur fyri pengar.

Tað burdi verið steðgað, ella má løgtingið avtaka kring­­varps­gjaldið. Vit kunnu ikki hava bæði.