Lula vann stórsigur
Tann 57 ára gamli fyrrverandi fakfelagsformaðurin Luiz Inacio Lula da Silva vann sunnudagin brasilska forsetavalið. Hann fekk 61 prosent av atkvøðunum og verður tann fyrsti sosialistiski forsetin í Brasil.
Lula, sum hann vanliga verður róptur, fekk 52 milliónir atkvøður. Tað er munandi meiri, enn nakar av undanmonnum hansara hevur fingið, og tað er næstan met í einum demokratiskum landi. Metið eigur fyrrverandi amerikanski forsetin Ronald Reagan, sum fekk 54,3 milliónir atkvøður, tá hann varð afturvaldur á forsetavalinum í 1984.
Tað vóru serliga tey fátæku og miðalstættin, sum valdu sosialistin Lula. Tey halda, at hann er tann rætti maðurin til at skapa betri javna í brasilska samfelagnum. Vinnulívið og fíggjarheimurin høvdu harafturímóti mælt fólki frá av velja Lula, og útlendskir íleggjarar høvdu hótt við at taka seg úr Brasil, varð hann valdur.
Skrivað testamenti
Eitt arabiskt blað, sum verður givið út í London, prentaði sunnudagin eitt testamenti, sum sambært blaðnum er testamentið hjá yvirgangsleiðaranum Osama bin Laden.
Í testamentinum verður funnist at fleiri arabiskum londum, tí tey hava ikki stuðlað felagsskapinum al-Qaeda í bardaganum ímóti teimum vantrúgvandi. Fyrrverandi Taliban-stýrið í Afghanistan fær eisini eina skortfleingju, tí tað flýddi undan fíggindanum ístaðin fyri at berjast ímóti honum.
Testamentið í arabiska blaðnum er dagfest tann 14. desember í fjør, men blaðið vil ikki siga, hvussu tað hevur fingið fatur á skjalinum.
Danir slakaðu ikki
Danska stjórnin sýtti um vikuskiftið fyri at slaka fyri russisku stjórnini, sum hevði kravt, at ein heimsráðstevna um Kekenia, sum skuldi haldast í Keypmannahavn, skuldi avlýsast. Russar vóru so illir um ráðstevnuna, at Vladimir Putin, forseti hótti við at boykotta toppfundin millum ES og Russland í Keypmannahavn í næsta mánað.
Hesum seinna selst væntandi undan, tí danska stjórnin valdi at flyta toppfundin millum ES og Russland úr Keypmannahavn til Bruxelles.
Per Stig Møller, uttanríkisráðharri sigur, at stjórnin kundi ikki forða heimsráðstevnuni um Kekenia, tí tað eru privatfólk, sum skipa fyri henni. At banna tiltakinum hevði verið brot á grundlógina, sigur uttanríkisráðharrin, sum heldur, at stjórnin fann eina skilagóða loysn á ósemjuni við Russland.