Seinnapartin verður sjøtul settur á annan triðingin av fótbóltskappingini í 1. deild. Tá verða fýra dystir spældir. Tann fimti ? millum B68 og LÍF ? varð spældur fríggjadagin. B68 vann á heimavølli 4-1.
B68 er oddalið, og tey bæði næstu, sum kappast um næstfremsta plássið, eru FSV04 og ÍF. Felags fyri hesi bæði liðini er, at tey í dag skulu spæla á útivølli.
FSV04 skal spæla í Gundadali ímóti botnliðnum B36, og ÍF skal spæla í Sørvági ímóti SÍ, sum eftir sera trilvandi byrjan hevur staðið seg væl seinastu ferðirnar. ÍF spældi fríggjadagin 120 minuttir steypadyst ímóti EB/Streymi, sum vann eftir brotssparkskapping.
Tað hevur ikki gingið væl hjá TB seinastu vikurnar. Í dag skulu tvørámenn, sum hava steypadyst frá fríggjadegnum í kroppinum, spæla í Runavík. NSÍ hevur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar.
KÍ og HB hittast í Klaksvík. Fyrsta sparkið í tí dystinum var longu klokkan 11 í morgun.
Málið hjá báðum feløgunum er fyrst og fremst at sleppa undan niðurflyting og harvið at geva ungum spælarum møguleika at spæla á so høgum støði, sum tað er møguleiki fyri, áðrenn teir skulu spæla í bestu deildini.
10. umfar
B68-LÍF 4-1
B36-FSV04 Vinjard Dam ? kl. 15.00
KÍ-HB Jóannes Mikkelsen ? kl. 11.00
NSÍ-TB Bárður Mortensen ? kl. 16.30
SÍ-ÍF Petur Reinert ? kl. 15.00
Støðan
B68 28 stig
FSV04 22 stig
ÍF 18 stig
LÍF 13 stig
TB 11 stig
SÍ 10 stig
HB 10 stig
NSÍ 9 stig
KÍ 7 stig
B36 4 stig
B68 og LÍF hava spælt 10 dystir, og hini hava spælt 9 dystir.