Næsta sunnudag tann 1. september verður skipað fyri stóra rennidegnum, eisini nevndur Tórshavn Marathon.
Hetta er 11. árið á rað, at rennifelagið Bragdið skipar fyri Tórshavn Marathon.
Tað eru tó ikki einans tey, ið vilja renna eitt heilt marathon, sum er umleið 42,2 kilometrar, ið kunnu luttaka henda dagin.
Eisini ber til at renna eitt hálvt marathon ella luttaka í heilsurenningini, har tú kanst velja at renna antin 5,5 kilometrar ella 2,2 kilometrar.