Soleiðis sum úrslitini hava lagað seg seinastu dagarnar, so er er spurningurin um niðurflyting púra opin, eftir at tað fyrra partin av kappingarárinum sá út til, at steðgurin hjá AB og 07Vestur fór at vera stuttur í fremstu røð.
Við 3-2 sigrinum á EB/Streymi leygarkvøldið lyfti AB seg upp um strikuna, og við 2-1 sigrinum á KÍ leygardagin lyfti 07Vestur seg nærri strikuni.
Klokkan 15 í dag hittast Víkingur og TB í Sarpugerði. Dagsskráin hjá báðum liðunum er fyrst og fremst at skava stig saman fyri at sleppa undan hóttanini av niðurflyting.
Bill Jacobsen situr við stýrisvølin hjá TB liðnum. Bill og TB hittust fyrstu ferð til venjingar í hóskvøldið, og hóast teir vandu saman fríggjakvøldið og leygardagin, so er spurningurin, um tað fótbóltsliga ber til at gera stórvegis broytingar, ella at geva nýggjan íblástur.
Tað hevur serliga verið á útivølli, at úrtøkan hjá TB hevur verið lítil. Tí er setningurin hjá Bill at fáa spælararnar at vera meiri avgjørdar í verjupartinum og so at dúva upp á onkran kontramøguleika.
Sigfríður Clementsen og hansara menn hava í summar í europeisku kappingini syrgt fyri heiðuri og æru til føroyskan fótbólt. Nú er setningurin at lyfta seg av 9. plássinum í landskappingini. Í altjóða avbjóðingini hóskvøldið vóru Hans Jørgen Djurhuus og Filip Djordjevic ikki millum teir fyrstu ellivu á Svangaskarði. Tað var neyðugt við hvíld, so teir vera væl fyri ólavsøkudag at stríðast ímóti Bill Jacobsen og TB.
Víkingur-TB: Alex Troleis í dag klokkan 15.00.