Runavíkar býráð hevur lagt fíggjarligu karmarnar fyri 1998. Fíggjarætlanin er send landsstýrinum, og býráðsformaðurin, Jákup Lamhauge, vónar, at landsstýrið góðkennir tað, sum teir í triðju størstu kommuni í landinum hava samtykt:
? Vit hava arbeitt eftir bestu sannføring. Eingin veit, hvussu framtíðin fer at laga seg, men soleiðis sum gongdin er nú, so halda vit okkum hava tamarhald á fíggjarstøðuni. Tað er millum lítið og einki av arbeiðsloysi, virksemið er nógv í havnini og handilslívinum, og vit hava nógvar tænastustovnar í kommununi, staðfestir Jákup Lamhauge.
Samstundis vísir hann á, at tað er landsstýrið og landspolitiski myndugleikin í Føroyum, sum skapir størstu óvissuna, sum er í fíggjarligu framtíðini hjá kommununi:
? Vit halda vanligu rakstrarkontonum á tí støðinum, har tær hava verið, og vit hava alla tíðina eyguni við, hvar vit kunnu spara. Men vit eru noyddir at hækka, har sum landið áleggur okkum at gera tað. Á komandi fíggjarætlan er talan um skúlan, dagrøktina, barnagarðin og tannrøktina. Samlaða hækkingin á hesum økjum er fyri okkara viðkomandi 1,177 milliónir krónur, og tað er nógv, tá eitt skattaprosent gevur 1,67 milliónir í kassan.
? At vit eru misnøgdir við at fáa smoygt hækkingarnar omanyvir okkum í staðin fyri sjálvi at hava rættin at gera av, hvat pengarnir skulu brúkast til, sigur seg sjálvt. Og tað verður ikki betri av, at landspolitikarnir nú í ramasta álvara tosa um, at minka um skattagrundarlagið hjá okkum komandi ár, eftir at vit hava samtykt fíggjarætlanina, sigur Jákup Lamhauge og vísir á, at nú er ætlanin at minka um skattin hjá fiskimonnum:
? Tað eru ymiskar áskoðanir á henda spurningin, men tað er avgjørt ikki nøktandi fyri okkum, at stig verða tikin til at hetta skal verða galdandi frá komandi nýggjári, eftir at vit eru liðug at leggja til rættis.
Støðan
Skattaprosentið í Runavíkar kommu er sett til 19,0 í 1998. Harafturat kemur eina prosentið, sum higartil er farið í kreppulánsgrunnin. Kirkjuskatturin er 0,57%, og barnafrádrátturin er 1.500 krónur. Kommunan fer á nýggjárinum at skylda 67 milliónir krónur. Komandi ár verður roknað við 31,9 milliónum í skattainntøku. Runavíkar havn gevur millum 5 og 6 milliónir í bruttoinntøku, og alt í alt heldur formaðurin, at teir við inntøkunum bæði kunnu reka kommununa og avgreiða skuldina:
? Komandi ár fara vit at niðurgjalda skuldina við 6,1 millión, og tað svarar til 9,1 prosent av restskuldini, umframt at vit sambært kommunuavtaluna skulu gjalda 5,5 milliónir í rentum. Tá kommunuavtalan gongur út í ár 2000 ætla vit, at skuldin skal vera 50 milliónir, og um tað tá eydnast okkum at fáa eina avtalu, sum gongur yvir 10-12 ár, so fara vit at brúka 7 milliónir um árið til rentur og avdráttir. Í 1993 brúkti kommunan 16 milliónir til hesar postarnar, vísir Jákup Lamhauge á.
Høg tænasta
Býráðsformaðurin fegnast yvir stóra virksemið í kommununi:
? Vit fingu teir átta bátarnar hjá Beta higar fyri nøkrum árum síðani, og virksemið, sum hevur staðist av tí, hevur saman við fiskivinnuni, sum var frammanundan, nógv at siga fyri okkum. Samferðslumenningin í landinum og kanska serliga í Eysturoy seinastu nógvu árini hevur havt við sær, at handilslívið her hjá okkum er blómað, samstundis sum nógvir stovnar, bæði almennir og privatir, eru komnir higar.
? Vit fegnast um, at vit síggja vitjani her úr allari oynni, umframt aðra staðni frá, eitt nú úr Klaksvík og úr Havnini.
Ferðslan
Býráðsformaðurin hevur eitt hjartasuff í sambandi við nógvu ferðsluna, sum er í kommununi í desembur.
? Kommununar uppgáva er m.a. at syrgja fyri parkeringsøkjum. Vit hava nógv pláss tøkt. Stóra takið er at brúka tey. Øll vilja sleppa so nær handlunum sum tað ber til, og so er alt stúgvandi fult, og tað ber vandar í sær, eisini tí vit hava eina eitt sindur ótolna ferðslumentan. Vit vilja vísa vitjandi á, at niðri á havnalagnum dygst niðanfyri handilsbygningarnar, eru stór parkeringsøki. Trappur eru upp á vegin, so tað tekur onga tíð at ganga. Tað hevði hjálpt okkum øllum, um hesi økini vórðu meiri brúkt, sigur Jákup Lamhauge, býráðsformaður í Runavík, sum eisini heitir á tey í bili um at vísa tol:
? Vit síggja tíverri ikki so sjáldan, at tá ein bilur heldur av fyri at geva fótgangara høvi at fara tvørturum vegin, so roynir onkur bilur aftanfyri at yvirhála. Tá er stórur vandi á ferð, og vit heita inniliga á bilførarar um ikki at taka sær nøkur óráð fyri. jh