Rentustuðul rættvísur?

Veit, at eg skal stíga varliga, nú eg nemi við hetta evni. Veit eisini, at mong hava rentustuðulin fyri neyðini, tí hann hjá mongum er júst tað sum ger, at endarnir akkurát røkka saman

Rakar ikki altíð rætt

Tá tað er sagt, hugsi eg, at hann ikki bara “rakar rætt”. Tí tað eru bert tey sum fáa játtað húsalán, sum fáa rentustuðul. Einki húsalán – ongan rentustuðul!

Hvat við teimum sum ikki fáa játtað húsalán, og tískil heldur ikki rentustuðul? Jú, tey skulu framhaldandi rinda skatt, millum annað til at lata í renturstudningi, men fáa ongan sjálvi. Er tað rætt, rímiligt ella samhaldsfast?

Úrslitið er, at júst tey sum ikki hava fíggjarligan møguleika at seta føtur undir egið borð: ikki kunnu fáa húsalán, mugu rinda ovurhondsstóra húsaleigu, fáa einki spart upp, rinda til men fáa ongan rentustuðul!

 

Hvørji eru tey?

Tey eru mong. Talan er um nógvar smábarnafamiljur. Ein stórur partur uttan iva smábarnafamiljurnar har talan er um stakar uppihaldarar. Stakir uppihaldarar, sum ofta eru tey sum hava truplast við at fáa endarnar at røkka saman í Føroyum.

 

Munagóð upphædd

Er rentustuðulin so stórur sum verður latin? Rentustudningurin var 160 milliónir farna ár – metstórt! Orsøkin til stóru hækkingina var at rentan fór nógv upp. Er nú farin nakað niður aftur - góð 6%, meðan hon fyri á leið trimum árum síðani var 3,45 %. Tá vóru húsaprísirnir væl lægri og vit kunnu irða okkum um, at eingin tá tók avgerð um at sleppa okkum av við hesa stuðulsskipanina. Síðani er so komið tað afturat, at fólk kunnu fáa sær skáar í hópatali, umframt at afturgjaldingartíðin er longd munandi. Sum er varðveita sethúsaánarar rentustuðulin øll árini, sama um húsið verður afturrindað gjøgnum eitt 10 ella 30 áraskeið! Er tað rættvíst?

 

Kundi peningurin verði brúktur betur?

160 milliónir um árið? Hallið á fíggjarlógini sigst nú at gerast væl størri enn hálva milliardin. Vit hava sæð, at setrið ikki kann taka næmingar inn í søgu– og samfelagsfrøði vegna sparingar. Dagtilhaldini hjá teim eldru eru burturspard vegna sparingar. Familjudeildin á barnaheiminum sum døgntilboð skal niðurleggjast vegna sparingar. Enn meiri peningur skal sparast á eldraøkinum vegna sparingar. Ikki ráð til lívmóðurhálkrabbavaksinu til allar gentur millum 12 og 15 ár og sjálvsagda tilhoyrandi lýsingarherferð vegna sparingar. Setanarteðgur innar serøkið vegna sparingar. Matur ikki koyrasat út til tey eldru vegna sparingar. Tímalønt sum hvør eiga rætt til barnsins 1. sjúkradag, ella sjúku við løn skulu nú eisini rinda læknaváttan undir sjúku – vegna sparingar. Barnatelefonin hjá Barnabata skal eisini spara.

 

Uppskot tjóðveldisins

Í vælskrivaðu greinini hjá Tórbirni Jacobsen um ognarskatt og rotin páskaregg - sum er aftursvar til annars skilagóðan javnaðarmann - sigur hann, at tjóðveldi mælir til eina niðurlaðing yvir 15 ár. Hann sigur eisini, at hetta ikki var eitt ultimativt krav frá okkum í tjóðveldi. Vit vilja fegin broyta og niðurlaga skipanina í felag og í semju við allar flokkar á tingi.

Hugsi, at samgongan átti at fegnast og heilsað slíkum uppskoti vælkomnum – tað vísir jú, at tjóðveldi torir og fegin vil taka ábyrgd bæði í samgongu og andstøðu.

 

Rentan niður

Seinastu mánaðirnar er rentan lækkað fleiri ferð. Kanska kundi rentustudningurin eisini lækkað svarandi rentuhækkingunum? Tá høvdu fólk heldur ikki kent sama smeitin, men framvegis havt somu krónuupphædd millum hendurnar.

 

Hækka barnafrádráttin?

Um ALLAR barnafamiljur – og ikki bert tær, sum er nóg vælbjargaðar til at seta føtur undir egið borð – skulu kenna, at vit vilja teimum tað væl, eiga vit heldur at hækka barnafrádráttin munandi. Tað hevði komið øllum barnafamiljum væl við – eisini teimum sum ongan rentustuðul fáa. Vit vilja helst øll eitt fjølbroytt og verandi barnríkt samfelag? Eitt samfelag har allar barnafamiljur kenna seg raðfestar!