Gamli Mærsk Mc-Kinney hevði eitt orðatak, sum var og er galdandi í gamla reiðarínum. Hetta orðatakið, “rettidig omhu”, er rættiliga sjálvsagt. Hvussu nógvir trupulleikar kundu ikki verðið forðaðir við at vísa umhugsni.
Nú vísa trupulleikarnir á Suðuroyarleiðini seg av álvara, og hetta var sjálvandi væntandi, tí SSL kendi fortreytirnar við avmarkingunum hjá Galaxy frammanundan.
At vóna, at tað verður liggjandi dýrdarveður í vikuvís hesa ársins tíð, eigur ikki at vera ein strategi hjá einum so týdningarmiklum almennum stovni. Man má hava eina aðra tøka (neyð)loysn - serliga fyri ferðafólk.
Batar, ið høvdu munandi bøtt um støðuna, kundu m.a. verið at havt tyrluna flúgvandi hvønn dag – og fleiri ferðir um dagin – so leingi veðurlíkindini eru, sum tey nú einaferð plaga at vera hesa árstíð.
Hví leigaði man ikki Herjolf úr Íslandi, so tað vóru 2 skip, ið røktu leiðina? Mær vitandi er hann tøkur, og vit kenna skipið. Tað hevði eisini verið ein hjálp.
Sjálvandi kostar tað, men tað er nokk har, at skógvurin trykkir. Tó eg ivist í, um peningaligi kostnaðurin uppvigar mista politiska kapitalin, sum stendst av slíkum óskili.
Og hvørt talan er um eina fullkomiliga líkasælu frá leiðsluni á SSL ella politiskan illvilja frá samgonguni til at játta neyðuga peningin til eina nøktandi loysn - ella eina samanrenning av hesum báðum - dugi eg ikki siga.
Men at hetta endaði í reinum ruðuleika er sjón fyri søgn.
Erhard Joensen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin