Reyða orðabókin til tey yngstu

Nú fáa eisini føroysk børn, sum læra enskt á fyrsta sinni, høvi at læra seg at brúka væl kendu reyðu orðabókina

Saman við forlagnum Gyldendal hevur Bókadeildin latið gjørt orðabók, sum er sera væl egnað til frálæru í enskum hjá 8 til 12 ára gomlum børnum.

Orðabókin er í trimum pørtum:

1. Ein enskur-føroyskur orðalisti.

2. Ein partur um hugtøk og nøvn á ávísum evnum og lutum. Nevnast kann t.d. orð í samband við sjógv, ítrótt, føðingardag, kroppin, køkin, skúla, tíð. Umframt dømi um sagnorð, fyrisetingar og annað mangt.

3. Ein partur er føroyskur- enskur orðalisti.

Mín fyrsta reyða orðabók er ein spildurnýggj orðabók. Tekstin hava Dorthe Maria Buhl og Ellen Jørgensen skrivað, og Marna Jacobsen hevur týtt til føroyskt.

Í orðabókini eru fleiri enn 2600 leitorð, og hon er prýdd við stuttligum tekningum.