Árið fór við húsa­gangum og stórum halli

Farna árið fer neyvan í søguna sum eitt av teimum mest upplyftandi búskaparliga. Ein heilur banki fór á húsagang, landsins størsta privata arbeiðspláss gav skarvin yvir, hundraðtals familjur fingu jólahjálp, løgtingið samtykti eina fíggjarlóg við hálvari milliard í halli, og summi vóru so hugtung á jólum, at tey bóðu um hjálp. Økist gjógvin millum rík og fátøk? Liva mong í einsemi í lítlu Føroyum? Vit taka saman um trupla árið, ið fer

 
Síggj ljóst upp á tilveruna, siga tey, sum ikki tíma at hoyra um tað, ið miseydnast. Líta vit aftur á farna árið búskaparliga, skerst ikki burtur, at onkuntíð hevur staðið betur til í landinum. Fleiri skelkir gjørdu um seg í 2010, sum fyri bara fáum árum síðan vóru óhugsandi. Tann størsti var, at Eik Banki fór á heysin. Orsakað av bankapakkunum hóraði dagliga virksemið hjá bankanum undan, men 8.000 partaeigarar mistu sínar pengar í Eik, og hóast lítið hoyrist frá fólki, sum missa pengar á tílíkan hátt, munnu mistu upphæddirnar svíða ikki sørt mangastaðni. Í sambandi við húsagangin hjá Eik varð samfelagið eisini flutt aftur í eina støðu, sum minti um hana, tá føroyskir myndugleikar vórðu ómynduggjørdir í 1992. Fýra umboð fyri danska statin í Fíggjarligum Støðufesti sótu í november á tíð­inda­fundi í Eik og søgdu, at funnu før­oyingar ikki útav at keypa før­oyska partin av Eik í stundini, ætl­aðu teir at broyta karakter og fara í stálhandskarnar. Tey flestu fataðu hetta sum eina freka hóttan, men hóast freistin at avgreiða Eik-søl­una var úti fyri jól, hevur ongin stál­handski latið Eik eftur enn.
 
Gongdin hjá Eik var ein áminning um, at mangt kann á skræðuni tykjast væl eydnað, men kagar tú inn undir glitrandi fasaduna, kann veruleikin vera meira eirindaleysur. Nógvir føroyingar eru av natúr skeptikarar, tí føroysk søga er full av frásagnum um kargar umstøður og ógvuslig búskaparsveiggj. Ótamda náttúran er ivaleyst at­vold­in til hetta lyndiseyðkennið. Viðhvørt var ov lítið til av fiski og fugli, og havið og fjøllini vóru mong­um manni størri fíggindi enn vinur. Tá illa vildi til, fóru heilir bank­ar eisini um koll, og fólk fingu dyggar fíggjarligar smeitir. Nú Eik Banki fór, kenna mong seg nipin, men skeptikararnir siga sigurssælir, at teir fingu rætt. Tann æviga bú­skaparliga sælan finst jú ikki, og í dag gneggja fleiri so eisini, at útrásarferðir eru av tí ónda. Fallið hjá Eik hevur birt í mongum eina aft­ur­haldssinnaða hugsan um, at best er at putlast við sovorðið, tú hevur skil fyri, heima hjá tær sjálvum. Tað er so trygt.
 
Ein av stóru kundunum hjá Eik Banka var Faroe Seafood. Hjá teirri fyritøkuni stóð illa til leingi, og tá roknskapurin skuldi latast inn, gekk bara ikki meira. Tølini hingu ikki saman, og samtakið mátti ásanna, at tess dagar á lívi vóru taldir. Faroe Seafood hevði eina flákrandi tilveru, tá tað snúði seg um bankasambond. Fyrst æt bankasambandið Føroya Banki, men Jørn Astrup Hansen, ið var for­stjóri har til 2005, segðist vera so kon­servativur at fáast við, at samtakið fór at fríggja við Kaupthing í staðin. Hetta var onki heppið hjúnarband, tí Kaupthing fall at enda orsakað av egnum váðafýsni, og tá Eik so keypti Kaupthing í Føroyum, end­aði Faroe Seafood í bókunum hjá júst tí bankanum, har Jørn Ast­rup Hansen reis uppaftur sum uppruddandi bankastjóri. Lagn­unnar speisemi var hetta sanniliga, men persónssamanfallið var ikki høvuðsorsøkin til fallið hjá Faroe Seafood. Skuldin var ov tung at dragast við, freistirnar gingu bara út, og 800 fólk gjørdust arbeiðsleys. Við hjálp frá ALS og fakfeløgunum fingu hesi fólk tó bæði kreppuhjálp og arbeiðsloysisstuðul fyri jól.
 
Seinna hálvár í 2010 var tí als ikki tespiligt, og tá ein fyrrverandi landsstýriskvinna við mentamálum, Annlis Bjarkhamar, setti sær fyri at savna inn pening til teirra, sum ikki áttu pengar at halda jól fyri, kom undan kavi, at onnur enn tey 800 hjá Faroe Seafood høvdu tørv á hjálp. Hundraðtals føroyskar familjur liva á fátækramarkinum og fáa ikki endarnar at røkka sam­an, greiddi Annlis Bjarkhamar frá í útvarpinum fyri jól. Jólahjálpin fekk umsóknir um hjálp frá 376 familjum ella tilsamans 1241 fólk­um, harav 700 vóru børn. Fleiri av familjunum livdu eina trupla tilveru. Høvdu ikki ráð til heitan mat meiri enn 1-2 ferðir um vikuna og stríddust við stór yvirtrekk í bankanum hvønn mánað. Summi máttu finna seg í at hava tanna­pínu, tí tey áttu ikki pening at fara til tannlækna fyri. Støðan hjá mongum var rætt og slætt óvirði­lig, segði Annlis Bjarkhamar við út­varpið, sum tó visti at siga, at jólasølan hjá handlunum var eins góð í ár og í fjør. Hava vit fingið eitt stættasamfelag við ríkum og fátøkum, varð spurt, og onkur ser­frøðingur svaraði játtandi.
 
Fátækar barnafamiljur vóru ikki tær einastu, sum stríddust við at fáa eini lukkulig jól, tað gjørdi lands­­húsar­haldið eisini. Eitt elju­stríð var longu í apríl mán­aði, tá sam­gongu­flokk­ar­nir skuldu semj­­ast um fíggjar­karmin. Fíggjar­karm­urin varð borin í tingið, men Fólkaflokkurin tók ikki undir við honum. Lagt var tí upp til minst líka stóra ósemju í heyst, tá fíggj­arlógin skuldi samtykkjast, og lands­stýrið skuldi samráðast við al­mennu fakfeløgini um nýggj­ar sáttmálar. At enda gekk telv­ing­in í Fíggjarmálaráðnum, á sam­gongu­fundum og í løgtingsins fíggjar­nevnd upp á tann hátt, at hallið gjørd­ist ein hálv milliard. Hvør í veru­leikanum ger av, hvussu enda­liga fíggjarlógin verður, er ikki lætt at síggja, men besta boðið upp á spurningin er helst, at tað gera øll, samgonguflokkarnir í sínum lag, hóast teir mangan eru púra ósamdir, og so haraftrat andstøðuumboðini í fíggjarnevndini, ið meira enn so fáa pengar til síni hjartamál, eitt nú havrannsóknarskip og tjóðleikhús. Men hálva milliardin í halli er undir øllum umstøðum vís næsta ár, og tí vóru landsins fíggjartíðindi í 2010 heldur ikki upplyftandi lesn­aður, tó at tað ivaleyst stimbrar pengarenslið, at ikki meira varð skarvað av fíggjarlógini.
 
Almenna orðaskiftið snýr seg oftast um, hvat landsins politik­arar halda um stórar húsagangir og fíggj­arlógina. Á ein hátt er hetta ógvuliga yvirskipaða orðaskiftið ein máti at sleppa undan at tosa um menniskju og veruleikan handan bókhaldsligu hugtøkini. Veruleikin kom kortini undan kavi ímóti árs­enda, fyrst við teimum mongu fá­tøku familjunum, ið bóðu um jóla­hjálp, og síðan við tíðindunum um, at fleiri ringdu 112 um jólini og bóðu løgregluna hjálpa sær, tí tey vóru so tung í huga. Uppskrúvaðu material­istisku jólini, sum krevja, at øll upp á kommando skulu vera eydnurík, hava øvugta ávirkan á fleiri, tey kenna seg ólukkulig og einsamøll. Men hvussu ber hetta til? Eiga øll í lítlu Føroyum ikki onkran góðan at vera saman við og styðja seg til? Eftir øllum at døma ikki. Tann bráðvakra framsíðan sigur ikki søguna um kaldar døg­urð­ar, einsemi, hugtyngd, sakn og ráða­loysi, ja, kanska ógvusligan stætta­mun. Men nú jólini eru farin afturum, og 2011 skal skjótast upp á himmalhválvið, nærkast dagurin, at vit øll skulu skrivast í manntal. Tá kemur kanska undan kavi tann sanna myndin av, hvussu statt er í Føroyum. At 2011 verður betri enn 2010 búskaparliga, mugu vit so eisini vóna.