Ribe-Esbjerg vann ein týðandi heimasigur

Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir eru bert eitt stig frá einum endaspælsplássi

Teis Horn Rasmussen legði í kvøld aftrat teimum góðu føroysku hondbóltsavrikunum.

 

Teis og liðfelagarnir í Ribe-Esbjerg vunnu týðandi sigur í heimadysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í Blue Water Dokken høllini í Esbjerg vann Ribe-Esbjerg 32-31 á Mors-Thy.

 

Teis var effektivur. Hann fekk tríggjar málmøguleikar, og hann setti allar í netið. Harumframt legði Teis eisini upp til eitt mál. 

 

Ribe-Esbjerg er nummar níggju í deildini við 13 stigum. Ribe-Esbjerg er eitt stig frá áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl. Á sjeynda og áttanda plássinum hava HØJ og Sønderjyske 14 stig hvør.

 

Komandi týsdag klokkan 17.30 spælir Ribe-Esbjerg dyst á útivølli móti Bjerringbro/Silkeborg.