Amerikanski skemtarin og sjónleikarin Richard Lewis er deyður

Hann gjørdist 76 ára gamal.

Amerikanski sjónleikarin og komikarin Richard Lewis er deyður.

 

Hetta skriva amerikanskir miðlar í kvøld.

 

Richard Lewis gjørdist 76 ára gamal.

 

Í 2023 boðaði Lewis frá, at hann hevði Parkinsons sjúkuna.

 

Hann fekk ein hjartasteðg týsdagin. 

 

Í 2023 boðaði Lewis frá, at hann hevði Parkinsons sjúkuna.

 

Sjónleikarin er í nýggjari tíð kendur fyri sín leiklut í undirhaldsrøðini "Curb Your Enthusiasm". Her spælir hann leiklutin sum ein av besti vinmonnunum hjá Larry David, sum er høvuðspersónurin í seriuni. 

 

12. sesong av røðini "Curb Your Enthusiasm" er annars júst byrjað fyri fáum vikum síðani.

 

Umframt hetta hevur Richard Lewis verið við í fleiri øðrum sjónvarpssendingum. Men hann gjørdist av byrja við serliga kendur fyri at skemta sum stand-up komikari, og tað hevur hann gjørt í nógv ár.