Tað fer einki at nytta hjá Landsstýrinum at leggja endurgjaldssak móti Den Danske Bank, hóast bankin í frágreiðingini, sum kom fríggjadagin, er gjørdur til syndara.
Tað eru Frank Poulsen, fyrrverandi formaður í Sjó- og Handilsrættinum, og Frederik Harhoff, Dr. Jur., samdir um.
Og grundin er, siga báðir við ein munn, at leiðslan í Fíggingargrunninum kravdi einki av Den Danske Bank, tá Føroya Banki varð yvirtikin.
Tað undrar Frederik Harhoff, at Richard Mikkelsen var so linur, tá hann samráddist við Den Danske Bank. Tí eingin ivi er um, at hann átti at kenna til fíggjarstøðuna hjá Føroya Banka.
Men hann hevur als eingi krøv sett um at fáa skjalprógvað, hvussu til stóð í Føroya Banka, og tí hevur hann ongi kort, um endurgjaldskrav skal reisast.
Tað átti at verið Fíggingargrunnurin, sum legði sak, sigur Frank Poulsen, men Grunnurin kann einki krevja, tí Richard Mikkelsen setti ongar treytir, tá Føroya Banki varð yvirtikin.
Tað er líkt til, at leiðslan í Den Danske Bank hevur vitað, at einki endurgjaldskrav kann setast, tí bæði Frank Poulsen og Frederik Harhoff eru samdir um, at tað tykist vera komið rættiliga óvart á bankaleiðsluna, at frágreiðingin fer so illa við Den Danske Bank.
Frank Poulsen, fyrrverandi formaður í Sjó- og Handilsrættinum, sigur, at hann heldur, at Bankin hevur fingið eina rættiliga skøvu í lakkið.
Hann vónar, at Den Danske Bank átti sjálvboðin at borið føroyingum peningin aftur, teir hava mist. Tað hevði tænt bankanum væl í ummælinum úteftir.
»Hann hevði havt gott av tí og hevði avgjørt ikki farið á húsagang heldur,« segði Frank Poulsen við danskt sjónvarp leygarkvøldið.
Ein rættiligur jokari er komin í spælið, nú frágreiðingin er almannakunngjørd.
Tað er fyrrverandi tjóðbankastjórin, Erik Hoffmeyer.
Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, segði fríggjakvøldið, at hann ikki fyrr enn nú, bankafrágreiðingin er almannakunngjørd, visti av, at Erik Hoffmeyer einki helt um bankasøluna í Søroyum.
Til tað segði Erik Hoffmeyer við Danmarks Radio TV leygarkvøldið, at tað er ikki rætt, tá Lykketoft sigur soleiðis.
Erik Hoffmeyer, fyrrverandi tjóðbankastjóri, nevndi embætismannin, sum bar Fíggjarmálaráðnum boðini, við navni.
Erik Hoffmeyer heldur fast við, at hann ávarðaði tá móti tí, sum fór fram, og han heldur enn, sum tá, at tað var fullkomuliga skeivt av Den Danske Bank at rýma av søkkandi føroyska bankanum.
Leiðslan í Den Danske Bank er farin at lesa, og lovar at koma við eini frágreiðing, sum serfrøðingarnir meta verður eitt álop á bankakanningina, mánadagin.