Tvøryrar Býráð fer nú undir at gera havnalagið á Drelnesi klárt at taka ímóti oljuvinnuni.
Danbor Service í Danmark hevur gjørt av at gera oljuhavn á Drelnesi, men í tí sambandi krevjast ymsar íløgur á Drelnesi.
Eitt nú má vatnveitingin fáast í rættlag. Oljuvinnan krevur nógv vatn, og ein treyt frá Danbor Service er, at tað skulu kunna renna 80 tons av reinsaðum vatni umborð á eitt skip um tíman.
Og tað er m.a. hesi viðurskifti, sum ætlanin nú er at fáa í rættlag. Men hetta arbeiðið verður ikki bara sett í verk fyri oljuvinnuna. Tað verður eisini sett í verk, tí kravið á reinsaðum vatnið økist alsamt sum heild.
Á fundi týskvøldið samtykti býráðið at bjóða arbeiðið út at gera eina nýggja vatnveiting, sum m.a. skal leggjast yvir á Drelnes. Arbeiðið skal bjóðast út í tveimum. Fyrra stigið verður bjóðað út í ár og seinna stigið komandi ár.
Í ár verður arbeiðið bjóðað út at gera ein goymslubrunn til 615 tons inni á Rananum, har hinir brunnarnir eru, umframt at leggja vatnleiðing inn til Elverkið og at seta brandpostar upp.
Komandi ár verður arbeiðið bjóða út at gera ein goymslubrunn til 615 tons afturat, og at leggja vatnleiðingina líka út á Drelnes og at seta brandpostar upp.
Hesir báðir brunnarnir rúma sostatt 1.230 tons av reinsaðum vatnið. Sostatt verður goymslan hjá kommununi av reinsaðum vatni meiri enn tvífaldað, tí teir báðir brunnarnir, sum eru, taka ikki meiri enn 450 tons hvør.