- Ringt at fáa armarnar niður

Føroyskur lækni fingið viðurkenning í Danmark.

- Eg eri rørdur og havi ringt at fáa armarnar niður aftur. Tað er deiligt at fáa viðurkenning og vita, at aðrir læknar eru takksamir fyri tað, ið eg geri. At fáa heiðursprógv frá teimum er rættiliga stórt.


Tað sigur føroyski læknin Ragnar Klein Olsen, sum í gjár fekk handað Uddannelsespris 2017 frá Yngri Læknum í Region Sjælland.


Talan er um eina viðurkenning, ið verður latin einum lækna, ið hevur gjørt nakað serligt innan útbúgvingarøkið og givið eitt fyrimyndarligt íkast.


- Eg havi verið álitisumboð fyri yngri læknar í Sjælland, og havi gjørt nógv fyri at betra um arbeiðs- og útbúgvingarøkið. Eg havi eisini starvast í ymiskum tíðarskeiðum á psykiatrisku deild í Føroyum, har eg við Tormóði Stórá havi sett tiltøk í verk fyri at betra um arbeiðsumhvørvið á deildini, greiðir Ragnar Klein Olsen frá.


Hetta er fyrstu ferð, at Ragnar Klein Olsen, sum í løtuni er í ferð við at útbúgva seg sum serlækna innan psykiatri, hevur vunnið heiðurin, men hevur hann verið tilnevndur fleiri ferðir áður.