Føroyingar hava nógv av dálkingarevnunum PCB í blóðinum.
Tað staðfesta fleiri kanningar.
Men nú staðfestir ein nýggj kanning, at føroyskir menn, sum hava nógv PCB í blóðinum, hava eisini sáð disomy, sum tað eitur á fakmálið.Tað merkir, at sáðkynkurnar hava eitt X ella eitt Y kromosom ov nógv. Og tað kann elva til at menninir fáa trupulleikar við at fáa børn.
Hetta er fyrstu ferð, at kannað verður, um sambandi millum hesi skaðiligu evni í ungdómsárunum og sáð disomy.
Men annars er neyðugt við fleiri kanningum at staðfesta, hvussu hesi skaðiligu evni ávirka, hvussu eistrini mennast og virka
Jónrit Halling, sum var við at gera kanningina, sigur, at fremsta orsøkin til, at føroyingar hava nógv PCB í blóðinum, er at vit eta so nógva grind.
Hendan kanningin er so enn eitt prógv um, at tað er heilsuskaðiligt at eta grind.
Áður hevur serliga dentur verið lagdur á, at ungar gentur, og ungar kvinnur í burðarførum aldri, eiga ikki at eta grind, men nýggja kanningin vísir so eisini, at tað er somuleiðis heilsuskaðiligt fyri menn, sum ætla at fáa børn – umframt øll onnur árin, grind hevur á okkara heilsustøðu.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jónrit Halling greiða frá.
-