Ringt veður darvar samferðsluni

Smyril, Teistin og Ternan hava avlýst vegna veður í kvøld.

 

Av Strandferðsluni verður sagt soleiðis:

 

28. des: Avlýsing á Nólsoyarleiðini.: Vegna vánalig líkindi verða túrarnir við Ternuni kl. 16.20 og kl. 18.00 av Havnini til Nólsoyar og aftur ikki sigldir. Um viðrar, verður siglt aftur kl. 22.00 av Havnini.

 

28. Des: Avlýsing Smyril: Vegna vánalig líkindi verða túrarnir við Smyrli kl. 18:30 av Krambatanga og kl. 21.15 av Havn ikki sigldir.

 

28. Des: Avlýsing á leið 500: Vegna ringt veður gevist Leið 500 at koyra fyri kvøldið.

 

28. Des: Avlýsing á Sandoyarleiðini: Vegna veður siglir Teistin ikki meir í kvøld.

 

Eisini flogferðslan er darvað vegna veður. Atlantsflog hevur sent út hesa fráboðan:

 

Vegna vánalig floglíkindi er RC459 tann 28.12.15 avlýstur

Dagført 18:05

 

Mánadagin 28. desember

RC459 tann 28.des, ið skuldi lenda kl. 20:00 er avlýstur fyri kvøldið, og ferðafólkini eru umbókaði til RC1459 29.des.

 

Týsdagin 29. Desember

RC1459 hevur fráferð úr Keypmannahavn kl. 07:40 og væntast at lenda í Vágum kl. 09:00

 

Fleiri seinkingar kunnu koma fyri. Vit heitað á kundar okkara um at fylgja við á heimasíðuni www.atlantic.fo