RISA-universitet innan 10 ár

Innan 10 ár áttu allar hægri útbúgvingar í Føroyum at verði savnaðar úti við Marknagilsvegin í einum risastórum universitetsdepli. Bæði Setrið, Læraraskúlin, Pedagogskúlin, Sjúkrasystraskúlin, partar av Handilsskúlanum og Vinnuháskúlin. Hetta sigur Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum

Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, sær stórar møguleikar fyri sær, velja vit at leggja allar hægri útbúgvingar saman í ein stóran depil úti í Marknagili. Bæði Setrið, Læraraskúlan, Pedagogskúlan, Sjúkrasystraskúlan, partar av Handilsskúlanum og Vinnuháskúlan.

Nógv bendir á, at stóru miðnámsútbúgvingarnar fara at liggja í Marknagili framyvir. Rektarin á Fróðskaparsetrinum, Jóan Pauli Joensen heldur, at vit eisini áttu at savnað allar hægri útbúgvingarnar í sama umráði, nevniliga á stóra grundøkinum, sum Fróðskaparsetrið ræður yvir við Marknagilsvegin. Jóan Pauli Joensen sigur við Sosialin, at til ber at byggja eitt stórt campus við Marknagil, sum slík universitetsøki verða rópt á altjóða útbúgvingarmáli.


Rópti varskó

Afturvendandi kjakið um Føroyar sum útbúgvingarparadís spretti enn einaferð í síðstu viku, tá ið vantandi fólkavøksturin og undirskotið á kvinnum var á breddanum her í blaðnum. Í hesum sambandi rópti eitt nú Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, varskó og staðfesti, at alneyðugt er við einum rættiligum universiteti, skulu vit standa okkum í altjóða kappingini um útbúnu arbeiðsmegina.

Jóan Pauli Joensen, rektari, greiðir frá, at Vinnuhúsið fyrr hevur víst á tørvin á gransking í Føroyum. Og hann fegnast um, at nýggi stjórin í Vinnuhúsinum beinleiðis leggur upp til, at vit fáa eitt stórt universitet beinanvegin.


Góður vilji

Rektarin var eisini millum áhoyrararnar í tinginum herfyri, tá ið uppskotið um nýtt Fróðskaparsetur varð lagt fram. Orðaskiftið snúði seg um eina samanlegging av núverandi Fróðskaparsetri, Læraraskúla og Sjúkrarøktarfrøðiskúla.

- Tað, sum slóð meg var, at øll tingfólk, sum tóku orðið, vóru sera positiv mótvegis hesum nýggja stovni, sigur Jóan Pauli Joensen, sum sjálvsagt harmast um, at málið datt niðurfyri á hesum sinni.

- Men við teirri fatan, sum politikararnir tykjast hava, er einki at ivast í, at málið skjótt kemur fyri tingið aftur, sigur rektarin á Fróðskaparsetrinum við Sosialin.


Ikki bara bygningar

Men eitt er at byggja eitt stórt universitet. Sjálvandi eiga vit eisini at gera okkum greitt, hvørjar útbúgvingar vit ynskja at bjóða.

- Samanleggingin vil geva stórar møguleikar at uppstiga lærugreinir á Læraraskúlanum, eitt nú í teimum pedagogisku og sálarfrøðiligu lærugreinunum. Kunnu vit fáa 1 árs-lærugreinir á universitetsstigi, so fáa vit fleiri kombinatiónsmøguleikar á bachelorstøði.

Jóan Pauli Joenen vísir á, at undir orðaskiftinum í tinginum spurdu tingfólk, hví Vinnuháskulin ikki eisini hoyrir saman við nýggja universitetinum.

- Sambært Mentamálaráðnum er tað eisini ætlanin, men tað kemur í næsta umfari, sigur Jóan Pauli Joensen.

Eftir er so Handilsskúlin, sum partvíst er miðnámsskúli og partvís hægri læristovnur.

- Her átti at borið til at uppstiga partar av Handilsskúlanum, so teir komu upp á universitetsstøðið, og lagt henda partin saman við setrinum, sigur rektarin, sum heldur møguleikarnir vera fleiri.


Kann ikki vera minni

Rektarin heldur tað vera alneyðugt, at vit brúka resursir uppá eitt størri universitet, tí sum er, kann Fróðskaparsetrið næstan ikki vera minni.

- Í flestu førum er bert ein lærari í hvørjari lærugrein. Og er ein lærari burturstaddur, til dømis í sambandi við sjúku, má undirvísingin leggjast niður, tí ongin er at taka yvir, sigur Jóan Pauli Joensen, sum eisini vísir á, at skal eitt slíkt universitet gerast veruleiki innan 10 ár, er neyðugt at fara undir hetta sum skjótast.