Tað er øgiligur kontrastur í góðveðrinum við Løkina í Runavík. Teir reyðu í B68, sum í dag vóru í bláum, stórfegnast um 3-2 sigurin, sum ber við sær, at tað nú er greitt, at B68 eisini í 2023 verður millum tey bestu.
Í gulu NSÍ leguni eru tey alt annað enn fegin. Í fjør endaði NSÍ á fjórða plássi í landskappingini, og í steypakappingini var tað eftir brotssparkskapping í finaluni ímóti B36, at tað ikki eydnaðist at vinna kappingina og europeiska luttøku.
Í dag er tað greitt, at NSÍ í 2023 ikki verður partur av bestu deildini. NSÍ fer leygardagin suður í Gundadal at spæla ímóti HB, men tað er longu undan síðsta umfari greitt, at HB endar á bronsuplássinum, og at NSÍ fer at spæla í bestu deildini fyri síðstu ferð – í hvussu so er í hesum umfarinum.
Kring vøllin spílaðu bæði feløgini seg út, men á vøllinum vóru tað gestirnir, sum vóru omaná. NSÍ legði seg á odda, tá ið Jørgen Nielsen eftir lítlan hálva tíma og fríspark skoraði, men undan steðginum bæði javnaði B68 og legði seg á odda.
Boubacar Dabo javnaði fýra minuttir eftir, at NSÍ hevði skorað og eftir uppspæl í vinstru, og fýra minutir undan steðginum var tað Karstin Clementsen, sum eftir sending frá sera væl upplagda Gilla Samuelsen á vongverjanum í høgru, sum skoraði til 2-1. Tað var serliga í verjupartinum í vinstru, at tað ikki var sannførandi hjá NSÍ. Gilli Samuelsen var ágangandi, og Atli D. Petersen var einsamallur og ferð eftir ferð yvirspældur.
Tríggjar minuttir eftir steðgin varð uppgávan hjá NSÍ mest sum vónleyst. Tá vóru tað útlendsku álopsstjørnurnar hjá B68, sum vóru upp á spæl. Mohamed Samba skoraði, og Boubacar Dabo átti uppleggið.
-Tað eru dagar og løtur sum hesar, sum vit minnast aftur á og gera, at tað er so hugaligt at vera partur av fótbóltinum. Eg síggi stórar møguleikar í B68, og eisini í 2023 fari eg at vera venjari hjá toftamonnum, sigur ovurfegni B68 venjarin Jákup á Borg.
Vanliga leiktíðin var farin, tá ið Klæmint A. Olsen minkaði um munin, men tá var ov seint, og tá ið Petur Reinert bríkslaði fyri síðstu ferð var tað ein veruleiki, at NSÍ í 2023 ikki verður partur av bestu deildini.
-
NSÍ - B68 2-3 (1-2)