Árliga simultan kappingin

Ein av føstu bridge-tættunum er hin árliga Føroya-Bjór simultan kappingin, har leikarar kring alt landið kappast. Í ár verður kappast komandi leygardag kl. 14.00

BRIDGE
Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen

Jóla-bridge
Tá tú eftir eina góða máltíð um jólini setir teg at spæla bridge, kanst tú gerast eitt sindur linur eina løtu, og nógv løgið kann henda. Hygg bara hvussu gekst í einum venjingardysti hjá landsliðnum. Tað eru Bogi Simonsen og Rói á Rógvu Joensen, sum sita NS, feðgarnir Carl og Arne Mikkelsen EV.


N/allirNorðan
Sp AQ98743
Hj -
Rú J76
Kl 986
Vestan Eystan
Sp 6 Sp K105
Hj AKQ2 Hj 108754
Rú Q5 Rú 93
Kl QJ10754 Kl A32
Sunnan
Sp J2
Hj J963
Rú AK10842
Kl K

V N E S
- 3sp pass 4sp
5kl D pass pass
pass


Útspæl: sp 9

Bogi spældi sp9 út í vón um at fáa makkaran inn at spæla hjartara til trumf hjá sær. Tá spK kom á borðið, sýntist hesin planurin at vera farin í vaskið. Men Vestan bað um at fáa lítlan spaðara frá borðinum, og Sunnan slapp inn uppá spJ. Eina løtu seinni kundu NS, Bogi og Rói, skriva 1100 til sín fyri spælið. Fyrsta stikk fyri spJ, hjartara til trumf, rútara til kongin, hjartara til trumf, rútara til essið og enn ein hjartara til trumf.
Hevði Vestan farið upp á kongin í fyrsta stikki og síðan eisini gjørt rætt í kleyvara, kundi hann vunnið kontraktina duplaða við einum yvirstikki, og úrslitið hevði verið 990 EV.

Nýggjárskappingin hjá Havnar Bridgefelag
14 pør spældu við í nýggjárskappingini hjá Havnar Bridgefelag hóskvøldið 3. januar. Her er úrslitið av kappingini, men einans pørini omanfyri miðal:

1. Heðin Mouritsen ? Jóannes Mouritsen193
2. Hans J. Petersen ? Arnbjørn Sivertsen185
3. Mortan Rasmussen ? A. G. Nielsen168
4. Árni Dam ? Marner Joensen161
5. Hans E. Joensen ? Edmund Joensen160
6. Hannis Jacobsen ? Petur S. Rasmussen156
7. Marjun Restorff ? Arnleyg Mikkelsen151

Sunnudagskappingin
Seinasta sunnudag kom aftur gongd í sunnudagskappingina. Einans trý borð vóru, men tað verða væntandi fleiri komandi sunnudagarnar í vár.
Tey trý pørini, ið endaðu omanfyri miðal ? gjørt var upp í imp´um, t.v.s. sum liðkapping ? vóru hesi:

1. Hans J Petersen ? Arnbjørn Sivertsen45
2. Marjun Restorff ? Arnleyg Mikkelsen31
3. Bogi Simonsen ? Rói á Rógvu Joensen27

Føroya Bjór Simultan
Føroya Bjór Simultan kappingin verður leygardagin 12. januar kl. 14.00.
Spælt verður suðuri í Vági í tí nýggja Billiard- og Bridgehúsinum. Vesturi í Miðvági verður spælt í gamla skúla. Í Klaksvík verður spælt á Biskupsstøð, har Klaksvíkar Bridgefelag hevur hildið til tey seinastu árini. Spælt verður eisini í Felagslonini í Fuglafirði. Í Havn verður spælt í Bridgehúsinum uppi í Gundadali.
Á øllum spælistøðum kunnu fólk, ið ætla sær at spæla við, bara møta upp beint framman undan kappingarbyrjan og tekna seg til.
Sum teir hava gjørt tey seinastu nógvu árini, so stuðlar Føroya Bjór aftur í ár kappingini við vinningum og øðrum góðum.
Tá kappingin er liðugt spæld í øllum spælistøðum, verður fyrst gjørt upp í hvørjum staði sær, og her verða so teir lokalu vinnararnir heiðraðir. Síðan verða øll úrslitini savnað saman á einum staði, og gjørt verður upp, so vit fáa eitt vinnarapar fyri alt landið.